Lýsing
Lýsing
Lýsing

Varaborgarstjórin úr Taiji á vitjan

SKRIVAÐ: klaksvik.fo  |  10.10.2022 - 18:18 Tíðindi

Í seinastu viku hitti Karl Johansen, borgarstjóri, Mr. Rynono, sum er varaborgarstjóri í Taiji. Ferðin hjá honum kom í lag, sum partur av Nammco ráðstevnuni, ið var hildin í Føroyum. Sum partur av ráðstevnuni varð skipað fyri einari útferð til Klaksvíkar.

 

Eini 40 gestir úr norðurlondum, Kanada, Nýfundlandi, Nýsælandi og Japan vóru í ferðalagnum. Á skránni í Klaksvík vóru framløgur um grind og drápsháttir í Føroyum og í Japan. Mr. Kai frá Small Costal Waling Association vísti myndir og tosaði um hvalaveiðu í Japan. Sìðan hevði Esmar Joensen frá Grindamannafelagnum eina framløgu um hvalaveiðu, drápsháttir og um hví vit framhaldandi eiga at veiða og eta grind í Føroyum.

Eftir hesar framløgur í býráðshøllini varð skipað fyri einum fundi millum Japonsku sendinevndina og borgarstjóran. Á hesum fundi bleiv tosað um felags mentanarlig áhugamál og møguleikar fyri øktum samstarvi millum londini bæði.

Karl Johansen, borgarstjóri, var sera fegin um vitjanina og møguleikan at heilsa uppá tey mongu vitjandi.

- Hetta var eitt frálíkt høvi at heilsa uppá okkara vinir úr Taiji. Vit hava nógv til felags og hetta er avgjørt við at styrkja sambandið millum býirnar báðar. Eisini var tað gleðiligt at síggja so nógvar gestir frá Nammco samstarvinum hugna sær í Klaksvík.

Seint seinnapartin fór ferðalagið at vitja Norðoya Fornminnisavn, har Klaksvíkar dansifelag greiddi frá um føroyska dansin. Síðan varð farið í kappróðrarneystið, har Fróði Waag og Sonja Kjølbro greiddu frá um føroyska bátin og um góðu gongdina hjá Klaksvíkar Kappróðrarfelag seinnu árini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nýskipan av almenna geiranum má fevna um…
Anna-Elisabeth Holm vunnið BAAL Book Pri…
Sjálvandi er hall í lands­búskapi­num - “q…
Hvussu heldur tú, at tað gongur Grímur?
Veðrið í vikuni
Seðlarnir koma út kl 9
Toppdystur í Runavík sunnudagin
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna,…
22 hval lagt beinini í Hvannasundi
Föroya Bjór vekir ans í National Geograp…
Møguliga lopnar í avgrundina
Vælkomin, kæra Nýskipa­nar­nevnd!
Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin
Reyði Krossur bankar á dyrnar í dag
Nýggir møguleikar fyri fólk við niðurset…
Myndarøð: Góvu Kroatia dyst til síðsta b…
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…