Lýsing
Lýsing
Lýsing

El-Niño – hvat er tað?

Eitt fyribrigdi, sum ofta er nevnt í sambandi broytingar í veðurlagnum og fiskiskapi eftir botnfiski undir Føroyum, er El-Niño. Eingi vísindalig prógv eru um so er, men nógvar áhugaverdar eygleiðingar er gjørdar, og nógvar ábendingar eru, at okkurt kann vera.

Men hvat er El-Niño?

El-Niño er óvanliga høgur temperaturur í sjónum kring Miðkringin í Kyrrahavi. Hetta er langt burtur frá Føroyum, men talan er um eitt ógvuliga stórt øki í størsta havinum á jørðini.

Tey vanligu viðurskiftini á hesum leiðum eru, at heitur sjógvur rekur eftir Miðkringinum úr Mið/Suðuramerika ímóti Avstralia. Hitin við leiðirnar við Avstralia er tí hægri enn í Mið/Suðuramerika. Har regnar nógv – nógvur regnskógur er í m.a. Vietnam og í Papa-Nýguinnea.

Tá ið El-Niño tekur seg upp, minkar rákið av heitum sjógvi av leiðunum við Mið/Suðuramerika til Avstralia. Tann heiti sjógvurin rúgvar seg ístaðin upp miðskeiðis í Kyrrahavinum. Tá fer at regna nógv minni við leiðirnar norðan fyri Avstralia, og væl meiri yvir oyggjabólkarnar í tí stóra havinum longri eystri. Eingin veit við vissu júst hví, hetta hendir – men tað hendir við 3 til 7 ára millumbili.

Tann heiti sjógvurin fer til endans at rúgva seg upp við strondina í Mið/Suðuramerika. Hitin í sjónum kann gerast 5–6 stig oman fyri tað normala. Tað er nógv – sera nógv. Fiskurin rýmir ella doyr – sama er við fuglinum. Hetta hevur vanlukkuligar fylgjur fyri tey, sum liva í fyrsta liði av náttúrutilfeinginum á leiðunum.

Men tað er ikki bert á hesum leiðum, at El-Niño hevur álvarsligar fylgjur. Avleiðingarnar síggjast á øllum jarðarknøttinum. Nøkur dømi eru: turkur (við tilhoyrandi hungursneyð) í Eysturafrika, kaldari í Brasilia (oyðileggjandi til kaffiplanturnar), turrari í Avstralia (nógvur skógareldur).

Ábendingar eru um broytingar í veðurlagi og/ella fiskiskapi undir Føroyum í sambandi við El-Niño. Enn er einki beinleiðis samband staðfest, um so er, ella – enn minni – hví.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Norðlýsið á gøtuni
Kvinna fær nýggjar eigarar
Gadus siglir heim
Epli og røtur av Sandi til jóla
Gleðilig jól frá almennu Føroyum!
Syngja jólini inn í Kelduni
Tjaldur keypir viðurkent norskt felag
Samstarvsavtala við REDOX
Disco, prestur og jól í Klaksvík