Lýsing
Lýsing
Lýsing

Eg elski at rokast

SKRIVAÐ: trudbodin.fo  |  10.01.2026 - 08:34 Tíðindi Vinna

Orðini eigur 21 ára gamla Dina á Fløghamri, úr Oyndarfirði, sum síðstu trý árini hevur siglt sum dekkari við frystilínuskipinum Jógvan I.

 

-Vit skiftast um ymisku arbeiðini umborð. Tí hendir støðugt nakað nýtt, og so elski eg at rokast!

Men hvussu er tað at vera einsamøll kvinna millum 15 mans? Tann spurningin hevur Dina ofta fingið hesi trý árini hon hevur verið “sjómaður”, sjókvinna”, “sjófólk”… ella einfalt dekkari við línuskipi.

Tá sjómanstrúboðarin hevði andakt umborð áðrenn fyrsta túr í ár, fekk hann orðið á Dinu. Hann spurdi sama spurning og svarið var: – Eg elski at sigla. Ikki tí, eingin í míni nærmastu familju, siglir, so áhugin kemur neyvan frá teimum. Eg spurdi um hýru við Jógvani I av forvitni, tí eg vildi royna sjólívið og fann útav, at mær dámdi tað væl!

–  Nú hevur tú trý ára royndir, og hvussu er tað so at sigla saman við 15 monnum?
– Eg haldi tað er gott. Tað er ein mannfólkaverð, og tí eru tað nøkur ting, eg sum kvinna skal venja meg við. Flestu av manningini eru ungir menn, og eg haldi vit koma væl útav tí, og standa saman um tað sum skal gerast.

 

Sterk sum ein maður

Orkar tú líka væl sum mennirnir?
– Ja. Tað er í øllum førum tað manningin sigur. Sjálvandi eru mannfólk fysiskt sterkari, so er okkurt eg ikki orki nóg væl, eru teir skjótir at hjálpa. Onkur teirra helt skemtandi fyri, at eg eri forkelað, men tað haldi eg ikki, sigur Dina flennandi.

– Heilt erligt, hvussu er tað at verða einsamøll kvinna millum menn í 5 vikur?
– Viðhvørt kann tað vera strævið og eitt sindur einsligt. Kanska eg eri meiri kenslulig enn menninir, og taki mær okkurt teir siga í so nær, men tað gongur. Sum manning standa vit saman um arbeiðið umborð, eisini um eitt sindur av speisemi er viðhvørt, tí tað er ikki illa meint, sigur hon.

 

Sjólívið verður neyvan lívsstarvið

Dina dámar væl at sigla við Jógvan I. Manningin er góð og røsk og fiskiskapurin hevur gingist væl. Tað hevur stóran týdning.

– Hevur tú ætlanir um at útbúgva teg innan sjóvinnuna?
– Nú havi eg ikki verið við teir síðstu tveir túrarnar, so nú longdist eg umborð aftur. Eg trívist væl, men eg vænti ikki sjólívið verður mítt lívsstarv. Vit skiftast um ymisku arbeiðini umborð. Tí hendir støðugt nakað nýtt, og so elski eg at rokast.

– Hesi trý árini hevur fiskiskapurin gingist væl og harafturat var prísurin met høgur í 2025. Tað gevur góða hýru fyri stríðið, og tað stimbrar hugin at sigla, sigur Dina.

Jógvan I er eitt stórt og gott skip, har Dina hevur einmanskamar við vesi og brúsu. Tvær manningar hoyra til skipið, og sum oftast ferð skipið avstað aftur sama dag, sum tað landar. Hvør túrur er millum 4 – 6 vikur.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvat við at byrja hetta vikuskiftið við…
FA Cup sensatión: Macclesfield vann á Cr…
Filmhúsið setur sjóneykuna á filmshandri…
Eg elski at rokast
Flogbóltu­rin hevur tað gott í Føroyum
Nógv á skránni í Maverick
Desembur 2025 - og hvussu hann royndist…
Tveir klaksvík­ingar í venjaratoymi­num hj…
Talvkapping á Eiði setur nýtt met
Flogbóltur: 110 lið meldaði til Silva Cu…
Veðrið um vikuskiftið
Onki umval í Runavík
Trump: Ikki fleiri álop á Venezuela
Seglhúsmenni­nir áttu Háenni í 38 ár
Tyrlan partur av SAR venjing
Antoine Semenyo til Manchester City
Simona nýggj í FFT
At nápa eitt nápað hjáland
Skrivari Tjóðveldsins mótmælir landsstýr…
Eiði: Góð útgerð til kavagrevstur