Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Fróði Ejdesgaard

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  09.01.2026 - 15:24 Tíðindi Veðrið

Ikki lætt at skriva um veðrið í hesum døgum. Lágtrýstini ganga beint á og steðga beint vestanfyri. Tí er veðrið ikki tað sama í øllum landinum. Rundan um okkum alt næstan alt slag av veðri - næstan eingin vindur upp í fitt av vindi, og turt og hálvklart ella ælaveður við vátakava – og tey troka seg inn á okkum frá øllum ættum.

Sum støðan er nú, fer veðrið í vikuskiftinum at vera soleiðis:

Norðanfyri er frískur vindur upp í hvassan vind eystan, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn, í støðum grov vátaslettingsæl. Sunnanfyri, og sum frá líður kring alt landið fer at vera lítið lot millum eystan og sunnan, minni enn 5 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Hitin millum 1 og 6 stig.

Í morgin er lítið lot millum sunnan og eystan, minni enn 5 m/s, við skiftandi skýlofti og kanska onkrum æli, kanska sum vátaslettingur. Í støðum helst mjørki, tá ið vit hugsa um ættina. Hitin millum 1 og 5 stig.

Út á kvøldið, fyrst sunnanfyri og út á náttina eisini norðanfyri, byrjar vindurin at veksa til eitt frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s.

Um náttina eitt skiftið undir frostmarkinum í fjøllunum, men annars niður um 2 stig, og kavi í ælunum. Seinni á náttini dregur á luftina.

Sunnudagin er enn lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, skýloftið skiftandi og okkurt ælið. Seinnapartin frískan vind upp í strúk av landsynningi, 8 til 13 m/s. Um kvøldið og náttina veksur hann í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og regn. Hitin 1 til 6 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Banna Brainrot
Tveir KÍ-leikarar á U17-lands­liðnum
Fólka­flokku­rin leggur fólka­tingsvalskrán…
Per Jacobsen helt grækarismessurøðuna
Heilsuverkið má raðfestast
Væleydnaður valfundur á TSK
Carsten Vagn-Hansen til minnis
Framsókn stillar bara upp til annað vali…
Nánd og NBH kanna størri samstarv á eldr…
- Hanus "hjá Nornas" vildi hava bóltin a…
Veit tú, hvussu ríkar Føroyar eru?
Ress Spa er valt sum eitt av “World’s Gr…
Tiltøk í vikuni
Tá ið eg fór at lesa til lærara
Beinir: - Fyrsta tíðin sum formaður var…
Familjan fyrst – eisini fyri vinnulívið.
Norðoya Javnaðar­felag hevur ein sterkan…
Lat pensjónistar arbeiða uttan mótroknin…
Paz á heimskendum lista hjá Time
Nei til moskur í Føroyum! (Føroyskt fram…