Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í Mikladali var sama skrá við træið, har Klaksvíkar Hornorkestur spældi og Sámal Petur í Grund, sum øll í oynni eru góð við, helt røðu. | Mynd: Dávur Winther

Jólatrøini í Kalsoynni

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  28.11.2025 - 12:57 Mentan Myndarøð Tíðindi

Tó at veðrið var av tí ringasta við nógvum regni allan fyrrapartin í gjár, varð hildið fast við, at jólatrøini í Kalsoynni skuldu tendra, sum ætlað og sett á skrá - hóskvøldið 27. november.

Tosað var við staðkend fólk og hugt í ymsu veðurkortini á netinum, sum søgdu, at ættin var góð, og at tað fór at slíta í seint seinnapartin.

Og so varð – kl. 16 sleit í og sjóvarfallið vendi. Ætlaði at fara í rættilig regnklæði, men lat vera, tí veðrið var av tí besta kl. 17.15, tá ið vit vóru við SAM yvir á Syðradal.

Bygdin lá so friðsom og tað reyk so hugaligt úr øllum hjallunum av góðum ræstum kjøti. Nakað av ættarfólki var komið við yvir, so vit vóru ikki so fá, tá ið Klaksvíkar Hornorkestur spældi við træið og Sámal Petur í Grund, helt røðu.

Síðani varð boðið inn til kako og bollar í skúlanum, har prátið gekk væl um seyð, ræst og jólastákan.

Síðani lá leiðin til Húsar, har hópin av fólki, børn og ungdómum vóru møtt við træið at fagna tí, tó at træið var heldur lítið.

Eftir røðu og hornbálstur var boðið karamellur. Men fittu børnini gingu við einum jólakorti og eini innpakkaði jólakøku og góðu gestunum frá Klaksvík hesi.

Á kortinum stóð: ”Takk fyri góðan horntónleik! Við hesi jólakøku ynskja við tykkum góða advent og gleðilig jól. Vónandi síggjast vit aftur næsta ár – Heilsan børnini á Húsum”.

Jólakort frá fittu børnunum á Húsum

Hetta var ein rørand heilsan, sum vit øll tóku til okkum og takkaðu fyri.

Men hesa løtuna kom ein rættiligur skúrur av einum grovum æli, so vit gjørdust øll heldur vát.

Sama ælið bloytti eisini túnini á Nesi heldur væl. Tí varð valt at fara inn í tann søguliga og vakra skúlan á Nesi, sum fyri kortum hevur fingið ísett nýggja snotiliga úthurð.

Her spældi hornorkestrið og fylti lítla rúmið væl við hugnaligum jólatónum fyri og eftir frálíku røðuna hjá Sámal Peturi í Grund.

Síðani var aftur boðið karamellur, áðrenn leiðin lá til Mikladals, har fólk bíðaðu í túninum niðanfyri Avhaldshúsið. Her var sama skrá við træið, har Klaksvíkar Hornorkestur spældi og Sámal Petur í Grund, sum øll í oynni eru góð við, helt røðu.

Sámal Petur í Grund hevur, sum kunnugt, verið skipari á SAM í mong Harrans ár - 21 ár, og hevur hann bjargað fólkum av oynni og heimaftur í oftani ivasomum veðri. Eisini hevur hann sum skipari havt gott hegni til serligar uppgávur við at fáa størri arbeiðsamboðum í og av oynni.

Eftir løtuna við træið, varð boðið inn í Avhaldshúsið til frálíka ræsta súpan og ein góðan kaffimunn omaná. Hetta fløvaði og bloytti stirnaðu liðirnar, eins og prátið fór á glið.

Jú, sanniliga vóru vit væl havd alla staðni, tá ið vit fóru av oynni aftur við bussi við SAM kl. 21. Ein, sum altíð, góð og hugnalig løta við øll jólatrøini í oynni, har blíðskapurin var í hásæti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Halda knøini til toppdystin sunnudagin?
Nei til muslimskan depil í Føroyum
Vármarknaður á Fossánesi
Føroyar – eitt paradís fyri ung og barna…
Beinrakin Búskapur
Tey sum bera umsorgan­ina í Føroyum
Trygd og Trivnaður
Flokkar­nir á fundi við MEGD
Enn ein áminning. NÚ ræður um at vakna –…
MEST: Avlop á 28,8 milliónir krónur afta…
Daniel Johansen: - Eg føli meg orduliga…
Eirikur: - Eg vóni vit fáa sjey tingfólk…
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Eydnuhjól í Skálanum sunnudagin
Hvussu økja vit útboðið av bústaðareindu…
Byrgingar eru eisini samferðsla!
Kvinnur­nar spæla VFF Cup finalu í kvøld
Útisiglarar vaksa ikki í havinum
Valfundur á TSK, við umboðum frá politis…
Kristian vil fegin hava valevnir á gátt