Lýsing
Lýsing
Lýsing
Skíggjamynd úr filminum. | Mynd: Filminstituttet

”Gamal nýggjur” filmur um Føroyar

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.10.2025 - 13:47 Kykmynd Mentan Tíðindaskriv

Á stroymingartænastuni ”Danmark på film” hjá Filminstituttet er ein filmur um Føroyar frá 1989 júst útgivin talgilt, og hann nevnist Færøerne - Nordatlantens charmetrolde.

Í filminum vitjar ferðamyndamaðurin Aksel Hald-Christensen í Føroyum. Hann greiðir frá um føroyska mentan, bygdirnar og náttúruøkini, sum hann filmar. Filmurin er ikki nýggjur, men frá 1989; tað er tó ikki fyrrenn nú, at hann er vorðin talgildur og harvið tøkur at stroyma.

Tískil sær man í filminum Aksel Hald-Christensen sigla úr Esbjerg til Tórshavnar við ongum minni enn ferðamannaskipinum Winston Churchill. Í Tórshavn vitjar hann Vesturkirkjuna, Tinganes, Norðurlandahúsið, Skansan, plantaguna og onnur støð, og haðani fer hann millum annað til Eiðis, Tjørnuvíkar, Haldórsvíkar, Kvívíkar, Árnafjarðar, Vestmanna, Saksunar, Gjáar, fleiri støð í Suðuroy, til Húsavíkar og Mykinesar – og til Klaksvíkar.

”Danmark på film” er ein ikki-vinnulig síða, sum fevnir um ný-talgildar dokumentarfilmar, reportagur, lýsingarfilmar og mong onnur filmssløg úr Danmark, Grønlandi, Føroyum og Íslandi í tíðarskeiðnum 1897-2018. Ísland var í ríkisfelagsskapinum fram til miðskeiðis í 1900-talinum. Filmarnir eru frítt atkomiligir og stava úr arkivinum hjá Filminstituttinum. Í løtuni eru 3.200 filmar at finna har, og nýggir leggjast javnan afturat. Fleiri av filmunum krevja ikki, at man hevur serstøk rættindi til at síggja teir, men kunnu frítt hyggjast at og sýnast fram.

Filmurin sæst her:

Færøerne - Nordatlantens charmetrolde

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Takk fyri tín stuðul til Bíbliu­felagið.
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
Kokkalærl­ingar gjørdu mat til Atlantic F…
“Heima sum longst” – krevur innihald, ik…
Frá Open Door til Knock on Doors
Ari Samson nýggjur formaður í Mjølnir
Gongutúrur niðan á Klakk vísti nógv slit
- Hallur og Shaki tøkir eftir landsliðss…
- Hermótið er kreativt og loftar teimum,…
Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur…
Træ - Alpuroy­nir (Sorbus mougeotii)
Eyðun Nolsøe Band á Tórsfest 2026!
Danny & The Veetos á Country Festivalinu…
Løgmaður setti Atlantic Fair 2026
Mjølnir hevur aðalfund í kvøld
Leiðaratrivnaður á breddan
Atlantic Fair styrkir tí støðuna hjá før…
Norð­oyastevnuteitið: Nógvur látur á Spin…
Norð­oyastevnublaðið tekur skap
Útróðurin um vikuskifti