
Hamskift samgonga letur síni tingfólk selja fólksins ogn
Í 2015-19 var Javnaðarflokkurin púra greiður saman við Tjóðveldi og Framsókn: Nú skuldi vera slutt við at lata hundraðmilliónavirði av fólksins ogn út til nøkur útvald, var boðskapurin, og amboðið var fiskivinnunýskipanin. Hóast somu flokkar nú aftur hava valdið, hava teir hetta valskeiðið verið kúrrir um ”oligarkar”, ”fólksins ogn” og ”kvotabarónar”. Onkur hevur undrast á tøgnina. Men nú er komið fyri ein dag, at ein av teirra egnu tingmonnum stendur til at vinna margmilliónaupphæddir av at handla við fólksins ogn
Frihedsbrevet skrivar, at tey, sum eiga skipið ”Birita”, sum fiskar uppsjóvarfisk, vilja selja skipið og tilhoyrandi fiskirættindi. In.fo hevur hoyrt eitt tal sum 300 milliónir nevnt, og Frihedsbrevet nevnir tað sum eina Krúnborg II-episodu, tí skipið sjálvt varð keypt fyri bert 65 milliónir. Tað eru fiskirættindini, undir fyrru CEF-samgonguni rópt ”fólksins ogn”, sum geva skipinum nógv hægri virði.
Ein av eigarunum er Kim Durhuus, sum helst er best kendur millum manna sum løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Sama Javnaðarflokk, sum á sinni vildi avskaffa møguleikan fyri at gerast margmillióningur (multimillionérur) við at handla við fólksins ogn. Kim Durhuus sigur, at hetta er galdandi skipan, og henni má man bara liva við.
Eisini Hans Jacob Thomsen, ið somuleiðis er løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur hálsað um. Við Frihedsbrevet sigur hann, at “Vit hava longu avhendað valdið í Føroyum til nakrar útvaldar ríkmenn” og ”Tí hava vit longu fingið oligarki í Føroyum”, sigur hann uppgevandi við Frælsisbrævið.
Javnaðarflokkurin er tískil hervið vorðin eitt skúladømi um, at ”If you can’t beat them, join them”.