
Vestergaard segði satt
Fiskimálaráðið visti, at stórur niðurskurður kundi væntast í tilmælunum fyri makrel- og svartkjaftastovnarnar, í rúmari tíð áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram. Hetta hóast bæði aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, hava avsannað, at aðalráðið visti tað.
Í svari uppá skrivligan fyrispurning frá Jacob Vestergaard, løgtingsmanni, svarar Jóhan Christiansen, fiskimálaráðharri, at Fiskimálaráðið longu tann 19. september fekk eitt skriv frá ICES, harí tað framgekk, at stórur niðurskurður kundi væntast í makrelstovninum og svartkjaftastovninum.
Tískil er tað ikki í samsvari við sannleikan, tá ið tað seinni er vorðið ført fram, at Landsstýrið ikki fekk hesa vitanina fyrrenn sama dag sum almenningurin, tann 30. september.
Flokkurin hjá landsstýrismanninum, Tjóðveldi, fór tann 2. oktober út við einum skrivi á Facebook, har tað varð rópt ”ikki satt”, ”sera grovt”, ”illgitir” og ”grov ákæra” frá Jacob Vestergaard’sa síðu, eins og flokkurin førir fram, at ” Fiskimálaráðið kendi ikki til tilmælini frá ICES áðrenn 30 september.”.
Somuleiðis hava bæði aðalstjórin í Fiskimálaráðnum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tann 2. oktober í Kringvarpinum avsannað, at ráðið hevði ta vitanina, sum tað hevði frá 19. september. Hetta gera tey á https://kvf.fo/greinar/2025/10/02/landsstyrid-visti-ikki-av-ices-tilmaelum-adrenn-figgjarlogin-vard-logd-fram
Men nú er tað so komið fram, at Fiskimálaráðið hevði vitanina longu 11 dagar áðrenn fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.