Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Rúni Thomsen

Veðrið um vikuskiftið

SKRIVAÐ: Hanus Kjølbro  |  10.10.2025 - 14:00 Tíðindi Veðrið

Hann fer at liggja av útsynningi og vestri alt vikuskiftið. Vindurin fer at vera minni, enn hann hevur verið stóran part vikuni. Okkurt regnumráði fer framvið, men tey síggja ikki út til at vera drúgv. Tað er framvegis lýggj luft, sum rekur hendanvegin ímóti okkum.

Tað er eitt hátrýst yvir Bretlandi og írlandi, sum fer at mynda veðrið næstu dagarnar. Hátrýstveður er vanliga gott veður, og tað fer at vera nakað væl frægari enn seinastu dagarnar, har tað í løtum hevur verið illveður.

Veðrið um vikuskiftið:

Enn er frískur vindur upp í hvassan vind av lágari vesturætt ella útsynningi vestri, 10 til 15 m/s. Tá líður á seinnapartin minkar hann vindin niður í frískan vind upp í strúk, 8 til 13 m/s. Allan dagin og náttina við skýggjað og ælaveður. Hitin 8 til 12 stig.

Fyrrapartin í morgin er frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Seinnapartin minkar hann vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi vestri, 3 til 8 m/s. Fyrrapartin samdrigið og yvirhøvur turt, men tá líður á seinnapartin fer at regna. Fyrst sunnanfyri. Hitin millum 10 og 14 stig.

Sunnudagin er lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 9 og 13 stig.

Gott vikuskifti.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Nakkur hevði góð 5.300 pund
Konfirmantar heystið 2025
Gevst í KÍ við fýra FM í fimm ár
Er bilurin klárur til veturin?
Mimmy vitjar Norðlýsið
Góða heystfrí
Vín og føroyskur matur í søguríka Biskup…
Dansivetu­rin byrjar
Spurnarkapping á Norð­lýsi­num í dag
Friður á pallinum: Nú er Selsdon klárur
Miðnám á Kambsdali: Almenn móttøka 20. o…
Føroyingar fyri friði fegnast um friðara…
Nýggjur KÍ sangur
Aftur tepurt tap
Klaksvíkar Rotary Klubbi: Vinnarin funni…
Kodio nýggi eigarin av Terminal.fo 
Val á veg - politisk hólmgonga í Reinsar…
Norðsøki góðan túr á Føroya Banka
Obama flatmaðku­rin skrásettur í Føroyum
Trump tosaði í Knesset: “Tíðin við ræðsl…
Lýsing