Lýsing
Lýsing
Lýsing
Jóannes K. Danielsen er helst besti bakkurin í Betri Deildini í ár og væntast at fáa nógva spælitíð á landsliðnum hesaferð. | Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF

Stór uppgávu á útseldum Tórsvølli

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  04.09.2025 - 23:28 Ítrottur Tíðindi

Kroatia vitjar á útseldum leikvølli, og tí hevur føroyska landsliðið møguleikan at selja vøruna.

Kroatia selur helst væl við atgongumerkjum, hóast nøvnini ikki í mongd eru so kend sum hjá nógvum londum, sum liggja á áleið sama stigi á styrkislistanum. Luka Modric er við og hann telist millum teir bestu á sínum plássi í nýggjari tíð, men tað besta er helst farið av honum, nú hann spælir við AC Milan.

Tað hevur ikki verið útselt til nakran dyst seinnu árini og til tíðir hava feløgini selt lutfalsliga betri enn landsliðið hesi árini. Nú kann hetta venda, tí fáa mongu áskoðararnir eina góða uppliving móti Kroatia, so koma nógvir helst aftur í heyst, tá Montenegro og Kekkia vitja.

Føroyingar hava alt at vinna, tí mótstøðan er tann sterkasta í nøkur ár. Men vit hava ofta áður sæð, at á einum fullsettum leikvølli kunnu bestu liðini fáa tað torført og ofta hevur tað verið smáir marginalar sum hava gjørt, at Føroyar ikki oftari hava fingið stig í slíkum dystum. Vit kunnu nevna Danmark, Italia og Týskland sum nøkur dømi. Dysturin fríggjakvøldið byrjar kl. 19.45.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Seðlarnir koma út kl 9
Toppdystur í Runavík sunnudagin
Takk fyri innliving, samhuga og -hugna,…
22 hval lagt beinini í Hvannasundi
Föroya Bjór vekir ans í National Geograp…
Møguliga lopnar í avgrundina
Vælkomin, kæra Nýskipa­nar­nevnd!
Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin
Reyði Krossur bankar á dyrnar í dag
Nýggir møguleikar fyri fólk við niðurset…
Myndarøð: Góvu Kroatia dyst til síðsta b…
Serligur dagur var í dag hjá RVtøkni
Betri avlop á 146 mió krónur
Veðrið um vikuskiftið
7 maskinsmiðir útlærdir á KSS
Nevndarlimir hjá Føroya Fiskimanna­felag…
Yrking: Tá Grundick var í Vestur­grønland…
Prógvhandan á Vinnuháskúlanum
Vinarbýarsamstarvi millum Klaksvík og Ta…
Eiga ella leiga ?