Lýsing
Lýsing
Lýsing

“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt – og velja at taka alt aftur.”

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  25.08.2025 - 13:23 Mentan Tíðindi

Í august kemur mín debutskaldsøga Hevnd út – ein myrk og psykologisk søga skrivað av Petur Mohr Reinert, ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum, sum fer at gera vart við seg, við sínum kompromisleysa málburði og ógvusligu søguskriving.

 

 

Søgan snýr seg um happing og hevnd. Hon gongur fyri seg umborð á einum íspunnum frystitrolara í Sørvági og í Havn. Hóast søgan tekur støði í hesum staðarnøvnum, hevur hon onga tilknýting til veruligar hendingar ella persónar. Alt er íspunnið. Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu tann happaði velur at hevna seg.

Hevnd er fyrsti partur í eini triologi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti.
Petur Mohr Reinert hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga. Úrslitið er ein

søga, sum bæði er rá og rørandi, og sum setur spurningin: Er tað rætt at hevna seg? Bókin verður givin út av nýstovnaða forlagnum Tyrpa, sum rithøvundurin sjálvur eigur.

Permumyndin er ein málningur eftir Helenu Dam. Tyrpa hevur greitt bókina til prentingar.

Bókin fæst í bókahandlunum og vanligu sølustøðunum kring landið, og hon verður eisini at fáa í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.

Framløga og signering verður í Rit&Rák í SMS fríggjadagin 29. august kl. 17:00. Og í Miðlalon í Vági leygardagin 30. august kl. 14:00.

ISBN: 978-99918-3-803-8

 

Kápa

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her eru vinnarar­nir á Sjómanna­degnum
Frá heimselituni í Berlin til Føroya Sym…
Føroyskar lyftarar við góðum úrslitum í…
“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt…
Serveraðu 1,8 tons av flaki
KÍ-arnir eru slitnir
Sigrid og Sjúrður kjakast um svartalisti…
Ársins føroyameistarar í køkubaking 2025…
Myndarøð: Smíl og hugni á Sjómanna­degnum
Latið Trump, Zelensky og NATO - men ikki…
Føroyameistarakapping - Trolbøting
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur tilmeldingardag í morgin
Lata vit Ukraina krígsútgerð?
Myndarøð: KÍ - HB 0-0
Myndaarøð: KÍ kvinnur vunnu 1-0 á Víking…
Føroyameistarakapping í kassastápling
Upptakt: KÍ-HB
Operettur­nar væl hýrdar
Ísak vann í sjómanstaki