Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ársins føroyameistarar í køkubaking 2025 gjørdust Sóley Leo Steintún, Rúna Jógvansdóttir Hansen og Turið Waag Høgnesen

SKRIVAÐ: Sylvia Thomsen  |  25.08.2025 - 10:32 Mentan Myndarøð Tíðindi

Føroyameistarakapping í køkubaking er eftir hondini vorðin ein fastur táttur á Føroya Sjómannadegi. Kappingin er ætlað amatørum og hevur flestu árini fingið stak góða undirtøku.

 

 

Til einhvønn føroyskan føðingardag hoyrir heilt traditionelt til, at nógvar vælsmakkandi køkur standa á borðinum. Uppskriftin til eina nýggja køku ferðast heilt skjótt til vinir og kenningar. Og tað er eisini av stórum týdningi, at kokkar umborð á skipum duga at baka eina góða kaku til manningina. At kappast um at gera bestu køkuna, hóskar tí sera væl ímillum allar kappingarnar á Føroya Sjómannadegi.

Tað komu 16 køkur inn til køkukappingina í ár. Og millum luttakarnar taldist eisini ein ungur drongur. Í gjøgnum árini hava nøkur fá mannfólk luttiki, og tað er kanska eitt sindur hugvekjandi, tá vit vita, at menn duga minst líka væl at standa við kjøtgrýturnar, sum kvinnurnar. Kanska krevur tað, at vit fáa eitt mannfólk upp á vinnarapallin, um vit skulu síggja fleiri menn lutaka.

Tað tók dómarunum góðar tríggjar tímar at døma hesar 16 køkurnar. Allar skulu skoðast frá øllum endum og kantum og síðani skulu tær smakkast. Og ikki er tað altíð so lætt at døma, tí ofta er sera tætt ímillum góðu køkurnar.

 

Besta smakkin átti Sóley Leo Steintún

Tá ellivu køkur skulu smakkast, so skal nakað serligt til, at skara framúr millum hinar. Allar eru tær søtar og smakksansirnir verða yvirstimuleraðir í ríkiligt mát. Tí er tað onki minni enn ein stór “bedrift”, at sannføra dómarnar um besta smakk við køkuni, sum var nummar 15 í røðini.

Kakan varð sett á borðið, og dómarnir fingu sær uppá tallerkin. “Her er sitrón í”, sigur ein, meðan ein annar heldur tað vera aprikos. “Mmmm, ordiliga mjúkt og fríkst!” “Lekkur kaka!” “Altso, hon er góð. Knæsið ger hana lekkrari.” “Væl avbalancerað.” “Ordiliga lekkur.” “Løtt. Upploysist skjótt í munninum.” Hetta vóru setningarnir, sum eg hoyrdi dómarnar koma við.

Kakan hja Sóley er ein Tropisk summarkøka. Botnurin er ein Mazarin úr epli og mandelekstakt. Undir botninum var hvít sjokoláta og hakkaðar mandlur. Síðani eitt lag við Pannacotta/ostakakuskúmi við stikkulberja- og sitrónsaft. Síðani eitt lag við mangokompott við stikkulberjasaft og ovast ein frískli “sitrónposset”.

 

Besta teknikkin átti Rúna Jógvansdóttir Hansen

Hvat er teknikkur, tá tosað verður um kakur? Her verður hugt eftir háttalagnum, sum er brúkt og hvussu væl hátturin megnar at fáa køkuna at taka seg so flott út sum gjørligt. Teknikkir koma til sjóndar bæði innan og uttan. Hevur køkan eitt flott snitt? Eru løgini týðilig og klár? Nógvir teknikkir kunnu nýtast til at fáa køkuna at síggja skarpa út. Er hon væl smurd ella blank sum ein spegilsmynd. Ella kanska okkurt sprøklut pynt ið skilur seg út? Hevur luttakain kanska brúkt ein teknikk, ið vit ikki eru von at síggja?

Rúna luttók við eini køku, ið var teknist væl útførd, bæði innan og uttan. Tó vóru eisin aðrar køkur, ið vóru á sama støði, tá man hugsar um snit, glaze’ið. Men tað, sum gjørdi, at Rúna rann avstað við sigrinum, var at hon omaná glaz’ið hevði málað eitt málaríð av Klaksvík. Hetta hevði hon gjørt við pensli og paste-farvum. Dómarnir vóru á einum máli um, at til hetta krevst ikki bara tað, at duga henda forkunnuga teknikkin, men at tað eisisi krevur evnini at mála eitt málaríð. Tann eini dómarin segði við hinar, og peikaði á eina aðra sera flotta og tekniskt vælútførda køku: “Hatta duga vit at gera, men hatta málaríðið krevur altso nakað annað!”

 

Besta teknikkin átti Turið Waag Høgnesen

Og síðani er tað kreativiteturin. Hvat er tað í køkuhøpi? Her eru skapandi evnini fremst í huga. Mest kreativa kakan er ofta ein køka, ið sigur eina søgu, ella fær tankar okkara inn í ein spælandi heim. Og tað var júst tað, sum vinnarakøkan megnaði. “Kakan fær hugin á flog”, segði ein. Ein dómari hómaði hvalspýggj í flotta litspælinum í tí avbera flotta glaze’inum, meðan kakan fekk hugflogið hjá einum øðrum dómara niður á havsins botn. “Nú fóru vit upp í standart”, varð sagt, tá hendan kakan kom á borðið. Síðani var kakan pyntað við mongum smáum skapilsum av blómum og tílíkum, sum minnir um korallir og blómur undir vatnskorpuni. Hetta er gjørt við isomalt og sóu út til at vera stoyptir í formi.

Hóast hesar tríggjar køkurnar vunnu, so gjørdu fleiri av hinum køkunum seg eisini galdandi í dømingini. Millum aðrar var tað kakan hjá Mariu Joensen, sum varð pyntað við fondanti, einum sjokolátakumpassi og síðani vóru allar oyggjarnar hjá okkum málaðar á síðuna runt alla køkuna. “Stuttligur máti at fáa Føroyakortið uppá”, segði tann eini dómarin. Kakan fekk eisini skotsmálini “Yndig”, “Gjøgnumførd” og “Kreativ”.

 

Tvær ungar kvinnur, Ida Kjærbo og Erla Joensen, komu eisini við eini køku, sum gjørdi um seg. Og her var tað serliga ein avbera flottur høgguslokkur, sum tær hava mynda við ricecrisps og smeltaðum skúmfidusum, sum tær síðani hava evnað til ein høgguslokk. Hesin er síðani klæddur, soleiðis at hann sá heilt realistiskur út omaná tí bláa gelénum, sum sá út sum sjógvur. “Flottur teknikkur”, “Gott hugskot”, “Hann sær ordiliga óður út”, var sagt um kakuna, umframt at dómarnir hildu seg ongantíð áður hava roynt ostakaku við kokussmakki.

Føroya Sjómannadagur takkar fyri góða undirtøku í køkukappingini. Køkukapping verður aftur komandi ár og gleða vit okkum til at síggja nógvar og flottar køkur í 2026.

 

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Her eru vinnarar­nir á Sjómanna­degnum
Frá heimselituni í Berlin til Føroya Sym…
Føroyskar lyftarar við góðum úrslitum í…
“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt…
Serveraðu 1,8 tons av flaki
KÍ-arnir eru slitnir
Sigrid og Sjúrður kjakast um svartalisti…
Ársins føroyameistarar í køkubaking 2025…
Myndarøð: Smíl og hugni á Sjómanna­degnum
Latið Trump, Zelensky og NATO - men ikki…
Føroyameistarakapping - Trolbøting
Veðrið í vikuni
Mjølnir hevur tilmeldingardag í morgin
Lata vit Ukraina krígsútgerð?
Myndarøð: KÍ - HB 0-0
Myndaarøð: KÍ kvinnur vunnu 1-0 á Víking…
Føroyameistarakapping í kassastápling
Upptakt: KÍ-HB
Operettur­nar væl hýrdar
Ísak vann í sjómanstaki