Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanus Hansen er vorðin ein ímynd av Sjómannadegnum. Reiðarin og stjórin á JFK samtakinum stendur sjálvur í síni egnu Fish n' Chips búð allan dagin á tamb og serverar vælsmakkandi portiónirnar yvirum diskin til svongu mannamongdina. "Fluffy on the inside, chrispy on the outside" er lýsingin av fyrsta floks Gadus fiskinum. | Mynd: Dávur Winther

Føðingardagsheilsan: Frá at hótta demokratiið til eisini at hótta haldførið?

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  22.08.2025 - 17:45 Leiðarin Merkisdagar & Kunngerðir Vinna

Sjálvan sjómannadagin, leygardagin 23. august 2025, fyllir reiðarin og vinnulívsmaðurin Hanus Hansen í Klaksvík 67 ár. Hanus hevur gjørt minst ein landsstýrismann gráhærdan, og tí hevur hann ongar ætlanir um at halda uppat við. Tvørturímóti ætlar hann at víðka um tað virksemið og fer í næstum undir at gera landsstýriskvinnuna í fíggjarmálum gráhærda.

Hanus Hansen er ein maður, sum fyllir nógv. Ikki bara fyllir hann sekstisjey ár, men eisini á tann hátt, at hvørt mansbarn í Klaksvík veit, hvør Hanus er, og hann hevur havt ein trivaligan part av klaksvíkingum í starvi upp á eitt ella annað tíðspunkt í lívinum.

Men mest fyllir hann hjá politikarum í Havn. Hanusi til heiðurs hava høvuðsstaðarpolitikarar gjøgnum árini samtykt uppboðssølur, menningarkvotur, revsitiltøk (tað kemur, tað kemur, nú jákupsstovumaðurin er farin á Eirargarð), fleiri hundrað broytingar í sjófeingislógini, antitrust og seinast ásetingar um nærstandandi feløg.

Eitt av mongu hjartaligu predikatunum nýtt um Hanus í miðstaðarøkinum er ”oligarkur”, og allir oligarkar við respekt fyri sær sjálvum hótta við regluligum millumbilum fólkaræðið. Tað ger Hanus eisini, siga tey í Havn, og Hanus eigur sostatt stóran lut í æruni fyri, at vit í dag hava so árvaknar vakthundar í Tinganesi, sum javnan bróta svøvn fyri at fara upp á barrikadurnar at verja fólkaræðið ímóti honum. Uttan Hanus hevði føroyska demokratiið helst bara dovnað burtur.

Men miðstaðarøkið hevur eisini aðrar stúranir. Eitt nú greiddi landsbankastjórin í hjartanemandi grein Føroya fólki frá, hvussu hon fekk ikki sovið um næturnar, tí ætlanir eru um ein Suðuroyartunnil. Samstundis gongur Ruth Vang febrilsk og minnir Føroya fólk í aðru hvørjari tíðindasending á, at hvørja ferð, ein føroyingur verður pensioneraður, veksur hennara haldførisavbjóðing.

Tí meðan oligarkarnir hótta demokratiið, hótta pensionistarnir Ruth’sa haldføri. Tað verður tí øgiligt, tá Hanus gerst bæði. Men ein hóttan ger í sær sjálvum ongan skaða; tvørturímóti heldur hon sum nevnt fólki ”oppe på dupperne” og forðar teimum í at hvíla ov leingi á laurberjunum.

Vit skulu tí als ikki stúra fyri, at politiska skipanin fer at gerast dovin og líkasæl, nú Hanus Hansen røkkur traditionella pensjónsaldrinum. Tvørturímóti munnu tey í Fíggjarmálaráðnum sita sum á nálum, nú hendan hóttanin úr norðuri víðkar um virksemið frá bert at hótta demokratiið til eisini at hótta haldførið.

Hjartaliga tillukku við 67-ára degnum, Hanus!

Lýsing
Seinastu tíðindini
1 mai røða hjá Bjørg B Egholm
Vælkomin til Toftir á Bátafestivalin
Konsertrøð við sello og flygil
Steggjaveitsla: Burturvilsti sonurin van…
17 konfirmantar játtaðu sín dóp
EL-IN 20 ár í Klingrugarði
Føroyskar fyritøkur vístu seg fram á Ice…
Góður rakstur og kappingarførir karmar t…
Morguntúrur Dýra Biðudag 1. mai kl. 8.00
KÍ kvinnur­nar kempaðu sigurin heim
KÍ kvinnur­nar vunnu á Vikingi í kvøld
KÍ møtir NSÍ í hálvfinalunum
Nýggjur sýslumaður settur fyri norðurøki…
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Sannleikin er ofta illa lýddur
Rættartrygd krevur nágreiniligt arbeiði
Føroysku badmintonleikarar­nir gera um se…
Jákup Sumberg er aftur á Hilton Garden I…
Í KVØLD: KOM TIL DYST OG VINN GÁVUKORT Á…
Sjókovin skipar fyri fiski­vinnu­tiltaki í…
Lýsing