Fiskivinnuting í friðartíð
Fiskivinnutingið á Sjómannadegnum 2025 var langt frá so dramatiskt, sum tað onkuntíð hevur verið. Her vóru ongar stórar hólmgongur millum politiskar floksformenn ella -ráðharrar, men í staðin ein upplýsandi og gjøllig framløga frá Stefani í Skorini, stjóra í Reiðarafelagnum, og síðani eitt prát við búskaparfrøðingin Johnny í Grótinum, ið svaraði spurningum frá blaðstjóranum á Norðlýsinum og hugleiddi um búskap og fiskivinnu
Bæði á Sjómannadegnum og á Torradøgunum hava vit sæð fiskivinnuting, sum mintu um – ella rættari vóru heilt identisk við – valfundir. Har hava verið podiir til eitt umboð fyri hvønn politiskan flokk, og orðstýrarin hevur mangan havt torført við at ”dempa gemyttirnar”, tá blóðið er heitt á pallinum, og politikarar skulu stríðast fyri afturvali. Árið 2025 er tó ikki valár, og tað merktist á Fiskivinnutinginum.
Fyrilesturin hjá Stefani í Skorini æt ”Fiskivinna og støðufesti”. Stefan kom inn á avreiðingarvirði 2010-2025, lønir í fiskivinnuni og landskassans inntøkur av henni. Her kom fram, at hóast fiskivinnan hevur rindað meira, er landskassans haldføri kortini vánaligt. Við øðrum orðum liggur trupulleikin hjá haldførinum hjá landinum aðrastaðni; tað er ikki tí at inntøkurnar frá fiskivinnuni eru minkaðar, at haldførið er versnað.
Stjórin í Reiðarafelagnum legði stóran dent á støðufesti. Hann vísti á, at 350 broytingar eru gjørdar í sjófeingislógini síðani 2017, og tá er hædd ikki tikin fyri kunngerðarbroytingum, veiðigjaldslóg ella serskattalógini. Bæði reiðarí og manningar eru tí ótrygg, tí tey vita ikki, hvat politiski myndugleikin fer at finna uppá næst.
Eisini kom fram, at gildistíðin á rættindum var 8 ár undir samgonguni í 2018-19, fór so upp á 12 ár undir seinastu, borgarligu samgonguni, men varð so aftur broytt til fyrst 10 ár, og skal nú aftur vera 8 ár. Politikararnir sita sostatt og rulla skipanirnar hjá hvørjum øðrum aftur, og tað hevur við sær óstabilitet og ótryggleika. Umsitingin av fiskivinnuni er sostatt rættiliga tilvildarlig, sum støðan er nú, segði Stefan í Skorini.
Stefan kom eisini inn á brúksskyldu, útlendskan ognarskap, krav um landing í Føroyum, heimaflotan, veiðigjøld, váða, vinning, oljuprísir, prísfall, rentu, skiftandi lívfrøðiligu ráðgevingina, ja, alskyns viðurskifti av týdningi fyri fiskivinnuna. Ein fyrilestur, har tað veruliga merktist, at Stefan í Skorini er serstakliga væl inni í viðurskiftinum. Hann endaði við at mæla til størri tryggleika viðvíkjandi gildistíðarskeiðnum, smidligari møguleikar at avhenda loyvir, møguleika fyri at trola við 2 trolum undir Føroyum, at veiðigjøldini høvdu betri samband við veruligu støðuna í føroysku fiskivinnuni, og at skipanin við serskatti verður eftirmett.
Eftir væl fyrireikaða fyrilesturin frá Stefani í Skorini trein formaðurin í Búskaparráðnum, Johnny í Grótinum, á pallin, har hann sparraði við Jóhann Lützen, blaðstjóra á Norðlýsinum og millum fyriskipararnar av Sjómannadegnum, um spurningar av týdningi fyri fiskivinnuna.
Alt Fiskivinnutingið 2025 kann síggjast her: https://nordlysid.fo/tidindi/88513/fiskivinnuting-um-fiskivinnupolitikk-og-stodufesti-i-kvold