- Tí leggi eg so nógv í!
segði Pál Joensen millum annað í røðu sínari á Doktaragrund á Ólavsøku. Vit prenta røðuna niðanfyri.
Gott kvøld góðu føroyingar!
Eg vil fyrst takka fyri álitið frá Unga Tjóðveldi at sleppa at halda hesa røðu.
Eg skal viðganga, at eg fekk ein knút í búkin, tá ið eg varð spurdur um at halda røðu her á Doktaragrund.
Eg tók allíkavæl av møguleikanum, og havi sjálvandi síðan hugsað nógv um, hvat eg skuldi brúka møguleikan til.
Eg vil fyrst viðmerkja, at eg eri ikki komin her fyri at hugleiða um loysing, um politikk, ella fyri at tala fyri einari agenda. Eg eri ikki politikari. Eg var ein íðkari.
Og eg havi verið heldigur at upplivað nógv, sum fá onnur kanska sleppa. So eg fari at fortelja eitt sindur frá mínum upplivingum sum føroyskur íðkari á altjóða pallinum.
—
So loyvi mær at seta senuna: Fylgi við mær á ein busstúr, eg hevði fyri 9 árum síðani í Rio de Janeiro. Í bakandi seinnapartssólini á einum parkeringsplássi í olympiska býnum í Rio.
Bert fáar tímar undan setanini av 31. Olympisku Leikunum, sat eg í einum donskum ítróttarbúna saman við toppinum av donskum ítrótti. Okur bíðaðu eftir at koyra til tað kenda fótbóltsstadionið: Maracanã.
Eg var ílatin donsku litirnar – ein búni snikkaður eftir Dannebrog. Tá hevði eg longu búð í Danmark í 4 ár. Og nú mugu tykur ikki misskilja meg. Eg helt tá, eins og nú, at Danmark er eitt framúr land, sum eg ikki skammaðist av at umboða.
Men búnin…
hann føltist ikki rættur á mær. Tað kendist sum eg sat í skorti og royndi at pátaka mær leiklutin sum dani.
TÓ hevði eg við mær ein rekvisitt – eitt lítið føroyskt flagg. Eftir nógv stríð hevði eg fingið loyvi at taka Merkið við mær, hóast tað vanliga ikki er loyvt.
Olympisku Leikirnir eru a-politiskir. Nationalistisk symbol eru strangliga forboðin. Tað eru dømi um íðkarar, sum hava fingið karantenu frá altjóða ítrótti, tí tey veittraðu við politiskt løddum boðskapum.
Men har sat eg, við mínum Merki í hond. Eg føldi meg glaðan og stoltan. Fyri at tað yvirhøvur bar til. Fyri at fáa loyvi at veittra við mínum egna flaggi. Fyri meg hevði tað týdning.
Men tað sum hendi í tí bussinum, hevur ikki slept mær síðan. Danskararnir í bussinum høvdu eisini hvørt sítt flagg. Danebrog sjálvnadi.
Men eftur einari løtu legði ein av donsku íðkarunum sítt danska flagg á dúrkið. Tað helt eg vera undrunarvert. Eina løtu seinni kemur tann sami íðkarin til at traðka á sítt egna flagg.
Tann myndin hevur ikki slept mær enn. Serliga kontrastin í myndini. Eg við mínum flaggi, handan ein kamp og eitt langt stríð handan kolissuna. Og so danin við síni líkasælu til støðuna.
Hetta var ein íðkari, ið eg hevði virðing fyri. Ein sum hevði rokkið størri úrslitum enn eg nakrantíð hevði. Hetta fekk meg
at hugsa. Hesin íðkarin leggur heilt sikkurt ikki líka nógv í flagg skikkin sum eg, tí hann er so fokuseraður uppá sítt avrik.
Og tað fekk meg at hugsa: Hví leggi eg so nógv í?
—
Eg eri vísur í, at hesin íðkarin eisini var errin um at umboða Danmark og at sleppa at veittra við Dannebrog. Men fyri hann var hetta ein sjálvfylgja. Og tað var týðiligt, at hann og eg høvdu ikki sama fokus.
Hesin íðkarin kundi hugsavna seg 100% um tey ítróttarligu avrikini, sum skuldu henda næstu dagarnir. Tað snúði seg um ítróttin. Ikki um eitt flagg. Ella at hann skuldi umboða eitt annað land enn sítt egna.
Eg veit enn ikki hví tað var So týdningarmikið fyri meg. Tað tættasta eg havi til eina niðurstøðu til tað, er kenslan av at hoyra til. Ólavsøkan, til dømis, framkallan fyri mær, nógvar av teimum somu kenslunum, um at hoyra til.
—
Og so kemur tað – tað er næstan obligatoriskt í hvørjari pseudo-intellektuellari røðu: ein klókur týskari skal sjálvandi siterast.
Nietzsche – segði fyri umleið 150 árum síðani, at nationalisma er hóp-hugsan. At bara tey, ið ikki klára at vera einstaklingar, søkja felagsskap í einum tjóðskapi. Hann helt, at nationalisma køvir einstaklinga potentiali og hugflogið.
Man kann ímynda sær, at Nietzsche hevði viðmalt ítróttarfólkum, at sleppa hóp-hugsanina og bert at hald fokus á síni persónligu avrik.
So hví ikki bara fokusera á tað? Hví ikki bara ganga upp í mítt egna potentiali og ikki lata meg ávirka av flaggi og tjóð? Er tað ikki tað tann rætti íðkarin eigur at gera?
Eg veit ikki.
Men har sat eg við mínum lítla flaggi. Og tað hevði stóran týdning fyri meg. Tað sama flaggi, sum hevði veittrað fyri mínum úrslitum til allar aðrar altjóða kappingar. Tað flaggið ið hevði førdi til fleiri stuttligar og minniligar hendingar.
So sum tá ið eg svam til EM fyri juniorar í 2008, hevði fyriskiparinir vanta so lítið av føroysku svimjitjóðini, at teir slett ikki høvdu flagg til medaljuhandanina.
Tá ið eg so fekk medalju á fyrsta degi av kappingini, mátti fyriskiparinir lána eitt flagg frá áskoðarum. Trupuleikin var bara, at flaggið var ein fjóðringsstødd av teimum sum fingu silvur og bronsu.
Meðan eg sat í hesum bussinum streymaðu allar hesar kenslurnar gjøgnum meg. Og eg bleiv við at spyrja meg sjálvan á veg til Maracana: Hví leggi eg so nógv í?
—
Sum elitiíðkari hugsar tú altíð: Hvat kann eg gera betri? Og spurningurin er: Hevði eg fingið meira burturúr, um eg hevði slept takinum á tjóðskapinum og bert fokuserað uppá meg sjálvan? Hevði eg tá uppnátt mítt fulla potentiali?
Sum nógv tykkara vita, so havi eg umboða Føroyar til bæði EM og HM í svimjing. Og sum nógv eisini vita, so sita føroyskir íðkarar ofta í eini tvístøðu. Fleiri hava skift tjóðskap í vón um at sleppa at luttaka til OL.
Eg var í tí hepnu støðu, at eg slapp til OL fyri Danmark – uttan at skifta tjóðskap. Men eg upplivdi tað allíkavæl sum ein sakn, tá ið eg sat í danska búnanum. Ein sakn til mín felagskap. Tann felagskapin sum altíð hevði stuðla mær.
Hendan hendingin í bussinum er ikki ein isolera hending. Tí eg havi ofta fingið spurningin frá mínum donsku liðfelagum: "Pál, hví gongur tú so nógv upp í at umboða Føroyar?"
Íðkarir sum vóru fleirfaldaðir heimsmeistarar.
Eg stóð í kontrast til teirra hugsan – har tey umboðaðu fyrst og fremst seg sjálvi og sínar persónligu dreymar. Tí var eg ofta freistaður til at fylgja teirru tilgongd og fevna einstaklinga ideologiina.
So hví legði eg so allíkavæl so nógv í?
—
Tá tú miseydnast sum íðkari, mást tú eftirmeta. Og tað er torført. Tí tað er ein tunn linja millum at finna feilir, sum tú kanst rætta til næstu ferð – og at finna umskilningar.
Og har lá mítt dilemma við at luttaka fyri Danmark. Tað er ein vánaligur umskilningur fyri sítt ítróttarliga avrik, at siga at avriki ikki var gott, tí at man ikki umboðaði rætta landi. Serliga tí, tað ikki er ein feilur, sum man kann rætta til næstu ferð.
Tað var fyri meg ein fortreyt.
OL var ikki eydnan fyri meg. Míni avrik har, vóru ikki millum míni bestu. Danski landsliðsvenjarin í 2016, Nick Juba, segði við meg, í sínari efturmeting av OL. “Pal, you're not made for swimming for other then Faroe Islands”.
Eg veit, at eg innast inni umboðaði bert Føroyar og eg veit at øll tey ið kenna meg vistu tað væl. Líka mikið hvat fyri búna eg bar.
Men tað at verða kærur við sítt heimland, at verða kærur fyri sínari mentan, at seta prís á øll tey man gleðir við sínum avriki, tað haldi eg er mennisjaligt!
Tí leggi eg í!!!
—
Tí leggi eg í at ikki traðka á mítt flagg. Tí leggi eg í at umboða eitt fólk á nøkrum isoleraðum klettum uppi í Norðuratlantshavinum, heldur enn eitt land á tí europeiska kondinentinum.
Tí leggi eg so nógv í at umboða eina mentan, ið er forma av barskum umhvørvi og stórari frástøðu fra øllum øðrum.
Tí leggi eg so nógv í!
Um eg ikki eri gjørdur til at svimja fyri annað enn Føroyar, so sum landsliðs venjarin segði, ella um tað bert er ein umskilningur. So havi eg havt heiðurin at veittra við Merkinum til nógvar kappingar runt í heiminum og entá eisini á Maracana til Olympisku setanina. Og tað havi eg verði so ómetlaiga stoltur av at sleppa at gera og tað ynski eg fyri øll okkara ómetaliga dugnaligu ítróttarfólk.
—
Takk fyri at tykur tímdu at lurta eftur mínari lítlu søgu. Eg vil fegin ynskja tykkum eina góða Ólavsøku.