Lýsing
Lýsing
Lýsing
Lýsing
Húsini á Nólsoyar Pálsgøtu 9, sum Betri Trygging nú eigur. Skrivstovan hjá Betri Trygging verður í niðaru hæddini og íbúð í ovaru hæddini. | Mynd: Jóhann Lützen

Betri Trygging flytir í egin hølir

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  31.07.2025 - 09:47 Tíðindi Vinna

Vit hava keypt húsini á Nólsoyar Pálsgøtu 9 og orsøkirnar eru tvinnar - Okkara kundar í Norðoyggjum kunnu nú fáa nøktandi endurhýsing, umframt at karmarnir til okkara starvsfólk gerast betri, sigur Ingunn Eiriksdóttir stjóri í Betri Trygging

 

Betri Trygging fer framyvir at halda til á Nólsoyar Pálsgøtu 9.

Vit hava keypt húsini á Nólsoyar Pálsgøtu 9, vit yvirtaka tey í august og ætlanin er at skrivstova okkara letur upp í niðaru hæddini í heyst, upplýsir Ingunn Eiriksdóttir.

Á ovaru hæddini er ein góð íbúð, sum vit kunnu bjóða kundum okkara, nú vit hava fingið endurhýsingarmøguleikar, sigur Ingunn. 

Vit hava verið saman við bankanum, tað hevur verið nakað trongt hjá báðum og nú vit fingu møguleikan halda vit at hetta er ein skilagóð loysn - hetta kemur kundum okkara her norðuri til góðar, sigur Ingunn Eiriksdóttir við Norðlýsið

 

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Almennur valfundur í Haraldssundi í kvøl…
Deadline til valblaðið er í dag kl 13
Lættasti mátin at vinna sær pengar
Pensjónistar verða mótroknaðir fyri at p…
Føroyar og føroyingar skulu stýra føroys…
Latið føroyingar arbeiða uttanlands í fr…
Valfundur í Smæruni í morgin - týsdagin…
Mjølnir spæla fyrstu FM finaluna mikukvø…
Sum ein dreymur
Valprát við Javnaðar­flokkin
Valprát við Tjóðveldi
- Vit vilja gera eina nýggja føroyska fo…
Hví bara eina atkvøðu  
Sílafiskarar á 90 ára føðingardag
- Vit skulu hava handilsavtalu við Japan
Framsókn og Miðflokku­rin býta um
Greiður sigur til VÍF í gjár
Miðflokku­rin: Burtur við islam, KvF-gjal…
Tá pápar framvegis mugu bíða
Uppsparingskonto til bústað fyri ung ”25…
Lýsing