Lýsing
Lýsing
Lýsing

Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi og ráðstevnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  21.07.2025 - 12:02 Tíðindi Vinna

Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og vitanardeiling um, hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast – við leiðsluátøkum

 

Sjónám er vertur, tá altjóða felagsskapurin International Association for Safety and Survival Training (IASST) savnast í Føroyum í 11.-13.september 2025 og í hesum sambandi verður ráðstevna hildin á Hilton Garden Inn við setninginum: “Sjóvinnuleiðsla við denti á trygdar- og trivnaðarmenning”

Endamálið við ráðstevnuni er at styrkja altjóða samstarv og vitanardeiling um, hvussu trygdarmentan og trivnaður umborð kunnu betrast – við leiðsluátøkum.

 

Skráin fyri vitjanina:

  • Hósdagin 11.sept Aðalfundur hjá IASST-limum hildin á Sjónámi og vitjað verður hjá sjóvinnufyritøkum og stovnum.
  • Fríggjardagur 12.sept: Almenn ráðstevna við framløgum frá serfrøðingum innan trygd á sjónum, ið m.a. inniheldur verkstovu, har viðkomandi trygdarspurningar verða viðgjørdir.
  • Leygardagur 13.sept: Útferð og vitjanir, har luttakararnir fáa innlit í føroyska sjóvinnusøgu og mentan.

Sjónám heldur at tíðin er búgvin til at trygd og trivnaður á sjónum verður umrøtt og tiltakið gevur ein pall fyri bæði íblástur og fakligt orðaskifti millum føroyskar og altjóða luttakarar.

Innbjóðingar verða í næstu viku sendar út til reiðarí og sjóvinnuviðkomandi fyritøkur og stovnar. Kunning og skrá verða løgd út á heimasíðuna hjá Sjónámi og nøvnini á fyrilestrahaldarum verða kunngjørd í næstum.

Sjónám fegnast um vertskapin og til at bjóða gestum úr øllum heiminum vælkomnum til eitt fjølbroytt og viðkomandi tiltak í hjartanum av Norðuratlanshavi.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paranoid og ein punkterað Puch Maxi
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðl…
Søgan um Merle Haggard (8:9)
Nýggir dímunardropar á handilshillunum
Samson M/­s norðuri við Jan Mayen eftir n…
KÍ-hópurin er komin til Serbia
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudba…
85 ára Føðingardagur
Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag
Gamli Pison farin seinasta túrin
Sansa upplivingar í náttúruni
Eykaaðalfundur í Norðoya Bátafelag
Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling - VT…
Góði limur í Áhugafelag­num Spinnaríið
EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025
Treysti fýra luttakarar á Oyggja­leikunum
Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi…
Veðrið í vikuni
Hjalmar fekk ikki navnabrettið á Barssko…