Lýsing
Lýsing
Lýsing

Hjalmar fekk ikki navnabrettið á Barsskor

SKRIVAÐ: Jákup Andreasen  |  21.07.2025 - 10:47 Mentan Tíðindi

Postbáturin Barsskor á veg norður á Trøllanes ein summardag í góðum veðri. Menninir frammi vð kappan eru f.v.: Meinhard Joensen (hjá Skós) og Jákup Mourits Olsen, sum báðir sigldu við Barsskor. Hinir báðir eru Líggjas Eliasen í Hússtovu í Mikladali og Óli Wolles yngri. Teir eru allir deyðir fyri fleiri árum síðani.

 

Barsskor gavst at sigla til tær norðastu bygdirnar í Kalsoynni í 1985, tá tað var koyrandi gjøgnum tunlarnar í oynni. Hann helt tó fram at sigla til tær sunnaru bygdirnar til í 2005, tá ferjulegan á Syðradali varð tikin í brúk, og Sam varð settur í sigling á farleiðini. Eftir at Barsskor varð lagdur, var talan um at selja hann til Íslands fyri eina krónu, haðani hann varð keyptur, men hetta bleiv av ongum. Menn í Klaksvík søgdu seg eisini hava boðið sær til at keypa bátin fyri 70.000 krónur, men teir søgdu seg ongantíð fáa nakað svar.

Eftir at hava ligið við Stengarbrúgvarnar í rúma tíð, varð Barsskor upphøgdur norðuri á Strond stutt undan jólum í 2008. Hjalmar W. Høgnesen, sum sigldi sum skipari á postbátinum frá 1965 til 1995, segði seg hava biðið um at fáa navnabrettið á bátinum, men tað fekk hann ikki. Hjalmar bað síðan pápa, sum sigldi við Barsskor í trýssunum, um at gera sær eitt meinlíkt navnabrettið, og tað gjørdi pápi honum.

Helgi Wolles, morbróðir lænti mær myndina.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Paranoid og ein punkterað Puch Maxi
Katrin og Alex Sólstein krúndiamantbrúðl…
Søgan um Merle Haggard (8:9)
Nýggir dímunardropar á handilshillunum
Samson M/­s norðuri við Jan Mayen eftir n…
KÍ-hópurin er komin til Serbia
Skal ES nú steingja føroyskar havnir?
Sjálvt Hitler megnaði ikki at týna Fudba…
85 ára Føðingardagur
Politiið ger venjingar við Tjarnir í dag
Gamli Pison farin seinasta túrin
Sansa upplivingar í náttúruni
Eykaaðalfundur í Norðoya Bátafelag
Ráðstevnan ’Vitan til varandi aling - VT…
Góði limur í Áhugafelag­num Spinnaríið
EGS-skuld mett at vera 30% av BTÚ í 2025
Treysti fýra luttakarar á Oyggja­leikunum
Føroyar vertur fyri altjóða IASST fundi…
Veðrið í vikuni
Hjalmar fekk ikki navnabrettið á Barssko…