Lýsing
Lýsing
Lýsing

Konsert við Disney-hittum á Summar Festivalinum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.07.2025 - 22:35 Mentan Tíðindi

Føroyskir sangarar og tónleikarar tulka heimskend Disney-hitt og klassikarar á Summar Festivalinum

 

Síðani 1937 hevur Disney framleitt filmar til børn og vaksin kring allan heimin, og klassikararnir eru óteljandi – Snjóhvíta, Tarzan, Pinocchio, Peter Pan, Lion King, Frozen, Cars og nógvir aðrir. Í flestu førum hevur Disney eisini skrivað og innspælt nýggjan tónleik til filmarnar, og nógvir av sangunum eru blivnir hitt.

Nú fara føroyskir sangarar og tónleikarar at tulka kendar Disney-sangir á heilt serligari konsert á Summar Festivalinum í august. Tey fara at framføra sangir úr filminum sum Lion King, Aladdin, Frozen, Tarzan, The Prince of Egypt, Toy Story, Moana og Pocahontas.

Konsertin, sum verður seinnapart leygardag, hevur fingið heitið "Øll elska Disney", og hetta verður konsert fyri alla familjuna við framúrskarandi Disney-sangum, ið fólk kring heimin hava tikið til sín.

Sangarar vera Linda Andrews, Mike Viderø og Laila Carlsen.

Summar Festivalurin verður hildin í døgunum frá 7. til 9. august.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Bakkafrost: Væntað stórt fall í kursinum…
Jóan Símun Edmundsson um KÍ flyting
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum