Lýsing
Lýsing
Lýsing

Runnu seg til fleiri heiðursmekir

SKRIVAÐ: Johnny í Grótinum  |  15.07.2025 - 12:20 Ítrottur Tíðindi

Mánadagurin byrjaði við 400 m hjá monnum. Her vóru Jónas Isaksen og Dánjal Dahl Ljósheim báðir við, sum tíverri vóru endaðir í somu hálvfinalu. Tað var tó ongantið nakar ivi um, at báðir komu í finaluna, tí tilmeldingatíðirnar vóru so mikið góðar samanborið við tær flestu av hinum.

 

Tá fyrra hálvfinala var av, høvdu teir annað beinið í finaluni, tí vinnarin rann meir enn 1½ sek. seinni enn teir báðir hava gjørt í ár. Teir løgdu tí báðir hart út, men so runnu teir kontrollerað heim í vissuni um, at báðir komu í finaluna. Har var tó ein ungur hetlendingur, sum hevði avgjørt, at hann vildi vinna hálvfinaluna, og hann gav tí alt hann átti. Hesin vann, meðan Jónas á øðrum plássi tryggjaði sær so kalla stóra Q (hann kvalifiseraði seg til finaluna við plasering), og Dánjal kvalifiseraði seg við lítla q (hann kvalifiseraði seg við tíðini).

Neli Heldarskarð - sonur Hergerð og Jens Heldarskarð - debuteraði í oyggjaleikahøpi við at renna 10.000 m. Hann kom til leikirnar við einum persónligum meti áljóðandi 34 min 0,57 sek, men hevði sett sær fyri, at tað skuldi bøtast munandi. Og hann gjørdi heilt frá byrjan, tí hann legði seg á eitt tempo sum skar meir enn eitt minut av persónliga metinum. Hann kom tíðanverri at liggja einsamallur nakað aftanfyri sjey teir fremstu og nakað frammanfyri allar hinar. Hann helt tó tempoið væl, og yvirhálaði ein av teimum fremru, sum hevði lagt ov hart út. Ein megnaði at renna seg upp til Nela, og teir høvdu ein góðan dyst um 6.-7. plássið. Hendan dystin vann Neli móti endanum, og tískil gjørdi hann ikki mætari enn at ogna sær eitt sætta pláss og bøtti í sama viðfangi persónliga metið frá 34 min 0,57 sek til 32 min 46,84 sek.

Ímeðan Neli rann, var Sunniva Bogadóttir farin í gongd við finaluna í spjótkasti. Hon hevur slitið eitt krossband í knænum, og tí var tað við spenningi, hon fór inn í kappingina. Hon legði hart út við at kasta 38,92 m, sum er væl longri enn tað, hon hevur kastað, síðan krossbandið slitnaði. Harvið lá hon á fyrsta plássi eftir fyrsta umfarið. Næsta kastið var eitt vet styttri, og tá tók ein av Western Isle fyrsta plássið. Sunniva royndi at svara aftur, men hóast hon kastaði væl, so vildi spjótið ikki út um 40 m strikuna. Longsta kastið var tó nokk til at endurvinna silvurmerkið.

So vóru hálvfinalurnar á 100 m, og her vóru Føroyar fokelaðar við, at tvær kvinnur og ein maður vóru við. Fyrst áttu kvinnurnar tørn, og Oddvør Josephsen var í fyrru hálvfinaluni. Hon var styrkismett at koma í finaluna, men væntandi skuldi hon renna upp til sítt allar besta. Tá skotið fór, var hon í so skjót upp, og misti effektiva stílin, sum hevur borið hana fram til føroyska metið. Hon kempaði tó væl, og kom á mál sum nummar fýra við tíðini 12,70 sek. Harvið noyddist hon at bíða til seinni riðil hevði runnið fyri at vita, um hon kom í finaluna. Ein av teimum, sum royndu seg í hesari hálvfinaluni var Elisabet Holm Simonsen. Elisabet, sum primert venur longdarlop, var ikki styrkismett at koma í finaluna, men hon hevur runnið skjótt, og tí var møguleikin til staðar. Tað gekk tó ikki, og hon rann teinin uppá 13,27 sek. Tá hugt var eftir tíðunum, vísti tað seg, at Oddvør var fyrsta føroyska kvinna, sum hevur megnað at renna seg í eina 100 m finalu á oyggjaleikunum.

Andreas Bjarnastein Antoft venur primert 110 m rimarenning, sum er á skrá seinni í vikuni, og tí var 100 m mest fyri at koma í gongd við at kappast. Hetta hevði hann gjørt so mikið væl at hann var við tá fysta hálvfinalan var skotin í gongd. Andreas rann væl, og kom á mál við tíðini 11,59 sek. Hetta rakk tó ikki til eitt pláss í finaluni.

So var finalutíð, fyrst 400 m kvinnur, har bæði Maria Biskopstø og Margi Weihe Fríðmundsdóttir høvdu vunnið sær plás. Margit hevði innastu geil, har svingini eru krøpp, men har man hinvegin sær tær man rennur ímóti. Maria var á uttastu geil, og hevði tí bleytari sving, men sá ikki hinar, so hvørgin hevði optimalar umstøður. Tær komu væl í gongd. Á uttastu geil upplivdi Maria at stórfavoritturin, sum var á geilini innanfyri, fangaði hana aftur longu í fyrsta svingi, og so skuldi Maria royna at hanga í. Margit rann væl og át seg inn á hinar. Tá tær komu úr seinna svingi var Margit í tøttum dysti um triðja plássið, meðan Maria var eitt sindur longur afturi. Tær kempaðu sítt besta, og tað endaða við, at Margit gjørdist nummar fýra við tíðini 58,03 sek, meðan Maria gjørdist nummar seks við tíðin 58,80 sek.

Hjá monnunum var Jónas Gunnleivsson Isaksen á geil trý og Dánjal Dahl Ljósheim á geil tvey, og sostatt høvdu teir tann, sum átti skjótastu tíð frá hálvfinaluni uttanfyri seg á geil fýra. Báðir løgdu hart út, men sama gjørdu fleiri aðrir. Tá 200 m nærkaðist sást, at tað vóru teir tríggir á geil 2, 3 og 4 sum vóru fremstir. Hetta helt sær allan vegin, og dysturin um heiðursmerkini var sera tættur. Tað endaði við at Jónas ognaði sær gullið við 48,79 sek, og Dánjal bronsuna við 49,06 sek.

Síðsta finalan var 100 m hjá kvinnum, har Oddvør var á geil átta. Her gekk ikki júst eftir ætlan, Oddvør bleiv nr. 8 við tíðini 12.72 sek. sum er nakað frá føroyska metinum, sum hon setti fyri trimum vikum síðan.

Kelda: Frælsur Ítróttur Føroya

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hetta er størsti einstaki dystur hjá KÍ…
Konsert við Disney-hittum á Summar Festi…
Myndarøð: VÍkingur á stórskíggja og G!-f…
Allir badmintonleikararar vunnu allar dy…
Ein miðbýur í rúkandi menning
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík
Søgan um Merle Haggard (7:9)
Søkt verður eftir tveimum starvs­fólkum t…
Gøtan út á Nes liðug
Annika Lindenskov vald í altjóða oyggjal…
Brot frá 2-1 sigrinum í Finlandi
Mjølnir aftur til Hollands
Badminton vann silvur í liðkapping­ini
Runnu seg til fleiri heiðursmekir
Thorvald: Hesum vilja vit helst møta
Borgar­stjóraheilsan: Her er gott at vera
Fuglalív í Haraldssundi
Stevna hjá Jehova vitnum
Stenberg hitt Zelenskyy í Kyiv
KÍ v SJK: Ung og eldri farin í sving