Kom og ver við!
Klaksvíkar kommuna hevur seinastu árini verið partur av altjóða ruddingardegi, sum í Føroyum er nevndur, Rudda Føroyar. Hetta er ein ruddingardagur, har øll lond rudda í senn. Sum nakað nýtt er dagurin eisini settur í kalendaran hjá ST, og stendur at vera 20. september.
Á hvørjum ári luttaka umleið 20 milliónir fólk úr øllum heiminum.
Yvirskipaða endamálið við verkætlanini Rudda Føroyar er at fáa ein reinan og sunnan ruskleysan heim. Meira ítøkiliga skulu so nógvir føroyingar sum gjørligt fáast til at taka lut í altjóða ruddingardegnum.
Tørvur á hjálparum í Norðurøkinum
Oman fyri 1000 føroyingar, bæði einstaklingar og fyritøkur, plaga at vera við, og tí er tørvur eisini á at fáa hjálparar, sum kunnu vera við til at samskipa ruddingina í Norðurøkinum. Ruddingin verður skipað í tøttum samstarvi við Klaksvíkar kommunu.
Klaksvíkar kommuna eggjar borgarum, fyritøkum og felagsskapum um at taka lut í ruddingini, men eisini at seta seg í samband við Rudda Føroyar, um áhugi er fyri at hjálpa til við praktiska partinum.
Á heimasíðuni hjá Rudda Føroyar ber til at skráseta seg sum hjálpara og sum ruddara. Les meira á heimasíðuni, hvussu tú kanst gera títt íkast: Latið okkum halda Føroyar reinar saman her