Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fimleikur fyri tilkomin

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  01.05.2025 - 10:47 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í fleiri ár hevur eitt tilboð hjá Klaksvíkar Kvøldskúla verið fimleikur fyri 60+.

Í sambandi við Virkið vár var ein slíkur dagur á skrá í Badmintonhøllini, har m.o. borgarstjórin eisini vitjaði og fór uppí liðið at strekkja út.

Hetta skeiðið er rættiliga umbiðið og oftast meir enn fullsett. Fleiri teirra hava gingið í fleiri ár.

Har var ein maður við miðskeiðis í 80-unum. Hann sá út sum ein unglingi, og rørdi seg eftir gólvinum eisini sum ein slíkur.

Hetta var stuttligt at síggja og sleppa at royna at vera við. Tú føldi beinavegin, at tað vóru fleiri “óroyndir” liðir á kroppinum.

Men ikki minst samanhaldið og tann góði kaffimunnurin aftaná, er sanniliga heldur ikki at forsmáa.

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alt til lands – í Norra
Nes Kommuna veksur við fullari ferð
Samgongan í spakuligari upploysn
NATO-flotavenjing í føroyskum sjóumveldi…
Blái Krossur Føroya hevur landsinn­savnan…
Veðrið um vikuskiftið
Til minnis um Steinfinn Matras
Størsti sigur hjá KÍ síðani 1998
10-0 til KÍ
Suðuroyar­tunnilin samtyktur við stórum m…
Myndarøð: KÍ - TB - 10 - 0
Ert tú við uppá eitt torg í Klaksvík?
Neystið viðspælari í miðbýnum
Sílaveiðitúrur á Skarvanes
Vælkomin til JØRÐIN KALLAR:
Okkum varð lovað styttri arbeiðviku, nú…
Vit hava duga væl at umstillað okkum
Upplatingartíðir fyri ferðafólk
Andreas og Terji vitja Norðlýsið
Niarn kemur til Føroyar