Lýsing
Lýsing
Lýsing

Myndir frá kvøldskúlaframsýningini

SKRIVAÐ: Oliver Joensen  |  27.04.2025 - 21:58 Mentan Myndarøð Tíðindi

Í góðveðrinum í dag nýttu mong fólk høvi at vitja framsýningina hjá Kvøldskúlanum og Handarbeðisskúlanum. Vár var í luftini, og lagið var gott á fólki. Eisini vóru mong avbygdafólk ímillum gestirnar. Nógv vakurt var at síggja fyri eyga og góðir tónar vóru eisini til oyruni, og ein frálík Café, so okkurt leskiligt var til góman eisini.

Tað var ein rørandi løta, tá ið Jutta fekk nøkur góð orð og tøkk frá Varaborgarstjóranum og Kvøldsúkleiðaranum, nú hon hevur valt at leggja frá sær eftir at hava undirvíst í 60 ár uttan steðg og entá uttan nakran sjúkradag. Tað er helst eindømi um trúfesti.

Seinastu tvey árini hevur Jutta havt ein dugnaligan undirvísara, Marthu Justesen, afturat sær. So nú er stafettin latin víðari til Marthu. Jutta var sera fegin um dagin og heiðurin.

Alt í alt ein sera hugnaligur dagur, har mong nýttu høvi til at síggja tað vakra og prátið gekk lystiliga millum tey vitjandi.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…