Lýsing
Lýsing
Lýsing
Mynd: Oliver Joensen

Upptakt: FC Suðuroy-KÍ

SKRIVAÐ: Jákup Ósá  |  26.04.2025 - 07:35 Ítrottur Tíðindi

Í dag spælir KÍ í Vági á fyrsta sinni síðani 2015.

KÍ hevur fult stigatal fyri seks umfør, meðan uppflytararnir úr FC Suðuroy hava seks stig, ið helst er nøktandi, tí FC Suðuroy spældi í 2.deild í 2023 og hevur ikki keypt nógv inn. Tí var FC Suðuroy mett at enda millum tvey tey aftastu hjá nærum øllum, sum tippaðu undan kappingini. Men FC Suðuroy hevur staðið seg væl og ikki minst avrikið seinasta umfar á útivølli móti oddaliðnum NSÍ vakti ans, tí tá vóru tað bara marginalar, sum gjørdu at FC Suðuroy ikki fekk stig.

Hjá FC Suðuroy er Salmundur Bech skaddur. Hjá KÍ er Claes Kronberg skaddur, meðan Árni Frederiksberg er tøkur aftur frá leikbanni. Jonn Johannessen er somuleiðis tøkur aftur eftir, at hann var spardur seinast.

Dysturin í Vági byrjar kl. 15.00. Dómari verður Leivur Zachariassen.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…