Lýsing
Lýsing
Lýsing

Dávið Ryan dómari í EM kapping í flogbólti

SKRIVAÐ: Flogbóltssamband Føroya  |  25.04.2025 - 17:02 Ítrottur Tíðindi

Dávið Ryan, sum er millum bestu og virknastu dómararnar í Føroyum, er í hesum døgum dómari við eina EM kapping í flogbólti.

 

Hóast sín unga aldur er Dávið Ryan longu ein sera royndur flogbóltsdómari í Føroyum. Í fjør gjøgnumførdi 24 ára gamli Dávið kravdu altjóða útbúgvingina hjá evropisku flogbóltssamgonguni, CEV. Fyri síðani endaliga at gerast altjóða dómari, skal Dávið undir eftirlitið vera dómari í trimum altjóða dystum, sum skulu vera í minst tveimum ymiskum kappingum. 

Í hesum sambandi er Dávið millum dómararnar, sum í hesum døgum døma annað innleiðandi bólkaspælið í CEV kappingini um evropiska meistaraheitið fyri U16 dreingir. Innleiðandi bólkarnir verða leiktir í Fraklandi, Georgia, Spania, Bulgaria og í Grikkalandi. Dávið er við til bólkaspælið í Fraklandi. Finaluumfarið í hesi kappingini verður í Armenia í juli og august í ár.

Í gjár var Dávið annar dómari í dystinum ímillum Frakland og Ukreina, sum Ukreina vann 3-1. Í dag kl. 15.00 verður Dávið høvuðsdómari í dystinum ímillum Serbia og Ukreina. 

Tá Dávið hevur fingið sín triðja altjóða dyst og harvið kann kalla seg altjóða dómara fer hann í fótasporini hjá pápa sínum Jan Hentze, sum umframt at døma í Føroyum í ein mannsaldur og enn dømur, var altjóða dómari í áleið 8 ár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…