Lýsing
Lýsing
Lýsing
Músabróðir er Eydnudeildin í Klaksvík. Her avmyndaði til steypafinalurnar í 2025 sum tey vunnu

Stuðulsrenning fyri Músabróður

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  27.04.2025 - 19:00 Ítrottur Tíðindi

Í sambandi við at Treysti skipar fyri FM í hálvmaraton/NS hálvmaraton leygardagin 3. mai 2025 kl 14, verður eisini skipað fyri 5 km stuðulsrenning

Peningurin, sum kemur inn frá stuðulsrenningini í ár, fer óskerdur til at stuðla Músabróðir - Eydnudeildin í Klaksvík, ið er ein hondbólts-felagsskapur fyri børn, ung og familjur teirra.

Les meira um Músabróðir: https://www.facebook.com/profile.php?id=100076318353003 
Les meira um Eydnudeildina: https://www.facebook.com/Eydnu 

Gevið gætur: 
Stuðulsrenningin verður ikki skipað sum ein kapping. Teinurin er eitt umfar á hálvmaraton-rutuni, tvs á leið 5 km. Luttakarir til stuðulsrenningina fáa ikki startnummar og onga skrásetta tíð. Starturin fyri stuðulsrenningina er á leið kl 14:05, tvs stutt eftir at FM í hálvmaraton verður skotið í gongd. Heitt verður tí á stuðulsrennarar at renna / ganga ytst á høgru síðu, og vísa atlit í mun til rennarar, ið kappast um Føroyameistaraheitið. 

Tilmelding til stuðulsrenningina er á heimasíðuni hjá FÍF, og meldast kann eisini til á staðnum frá kl 13.30. Eisini verður møguleiki hjá áskoðarum at stuðla Músabróðir við at koyra reiðan pening í bússuna, sum stendur við startin. 

Treysti ynskir at takka øllum, ið vilja vera við til at stuðla Músabróðir!

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…
Almenn móttøka í Blákrossbúð­ini í Klaksv…