Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pensjónirnar gott avkast í 2024

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  08.04.2025 - 11:04 Tíðindi Vinna

Pensjónirnar hjá kundunum hjá Betri Pensjón vuksu nógv í virði í 2024, tá íløgurnar góvu besta avkastið í nógv ár. Tað var í miðal 9,7%, harav kundarnir við lægsta váða fingu eitt avkast á góð 5%, meðan kundarnir við hægsta váða fingu 17,5%.

 

Sum heild gjørdist árið tað besta, síðani Betri Pensjón varð stovnað í 2006.

Íløgumarknaðurin kláraði seg betur enn útlitini vóru við ársbyrjan, og tjóðbankarnir í Evropa og USA lækkaðu báðir rentuna. Millum annað hetta hevur givið kundunum og eisini pensjónsfelagnum eitt stak gott úrslit. Hartil hevur felagið ongantíð áður fingið so nógvar nýggjar kundar sum í 2024 og inntøkurnar frá tryggingar- og pensjónsgjøldum vuksu 15% í mun til árið fyri.

“Vit eru sera fegin um, at framdar íløgur í 2024 hava givið kundum okkara so gott úrslit. Sum heild hevur árið eydnast væl. Serliga eru vit fegin um, at kundarnir hava fingið so gott avkast. Tað liggur millum 5 og 17,5%. Miðalavkastið var á 9,7%, sum avspeglar, at føroyingar sum heild velja at hava lutfalsligan lágan váða á sínum pensjónum, sigur Helgi L. Petersen, stjóri í Betri Pensjón.

Stjórin vísir tó eisini á, hvussu skjótt tað kann ganga báðar vegir, tí órógvið á fíggjarmarknaðunum higartil í ár hevur havt við sær, at kundarnir í Betri Pensjón í miðal hava eitt negativt avkast á 2% fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2025.

 

Lyklatøl fyri 2024

Ársúrslit eftir skatt:  9,6 mió.
Tryggingar- og pensjónsinngjøld:  228 mió.
Avkast hjá kundum í miðal:  9,7%
Eginogn:  81,2 mió.
Íløguogn hjá kundunum við árslok: 2.274 mió.
Solvensdekningur:  255%

Lýsing
Seinastu tíðindini
Karla Dánjalsson 95 ár
Lok lagt á Hotellið
Góðir dagar í Víkunu við Jógvan Páll Las…
KÍ dømt at tapa 3-0
Norð­oyggjar hava brúk fyri Norð­lýsinum
KÍ-HB í toppdysti skírisdag
Keypa Jupiter fyri at fáa fatur á fleiri…
Høgni vinnur alt!
Rani: Favorittar­nir eru farnir avstað
Norðlýsið 110 ár: Øll eru vælkomin í føð…
Fyri okkara skyld eiga vit at styrkja fø…
Sáttmáli um út- og umbygging av skúlanum…
Norðlýsið fyllir 110 ár í morgin
Páska­stevna í Kelduni í Skálafirði
Seyða­hundasambandið hevði aðalfund
Monica vitjar Norðlýsið í dag
Broytingar í innsavning­ini um páskirnar
Skeivt at koyra allan útlendskan ognarsk…
Eindømi í heiminum: spiritus við trøffil…
Vit mugu fáa játtanarkarmar­nar at snúgva…