Lýsing
Lýsing
Lýsing
Tað gongur framá, og ein spennandi tíð í miðbýnum stendur fyri framman við nógvum lívi í. | Mynd: Dávur Winther

Lok lagt á Hotellið

SKRIVAÐ: Tekst & Myndir: Dávur Winther  |  16.04.2025 - 20:24 Mentan Myndarøð Tíðindi Vinna

Fyri júst einum ári síðan var skrivað, at nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggjum varð framd henda dagin - Menn frá Kanjon høvdu stoypt stóru betonplátuna undir hotellinum við vágna.

Teir byrjaðu kl. 8 um morgunin henda dagin, 18.04.2024 og høvdu skipað seg í trý ymisk lið, so tað eina liðið uppá skift fekk hvíld og matnáðir.

Seks betonbilar koyrdu allan dagin, meðan tvær strórar pumpustøðir vóru á byggiplássinum.

Teir vórðu lidnir um tvey-tíðina um nátt og høvdu tá blandað og stoypt eini 720 m3 ella 1.730 tons av beton. Víddin á botnplátuni er um góðar 1.200 m2 og er um 70 cm høg.

Síðani er stoypt slag í slag í eitt heilt ár. Dekkelementini eru forstoypt uttanlands og komin við stórum lastbilum á byggiplássið í stríðum streymum.

Í síðstu viku og hesar dagarnar fyri páskir hava teir riggað og skorið ymiskt til, so øll dekkelementini kundu verða løgd – í dag kom so síðsta dekkplátan uppá pláss.

Við henni er lok lagt á hotellið við teimum 83 kømrunum - eins og bjálvingin og liðuggerð av tekjuni nú kann byrja. Framsíðurnar síðani lokaðar við glasi og veggjapanelum.

Eitt stórt og flott ”skylight” – ella glasyvirljós verður gjørt í miðjuni á tekjuni, har opið sæst í dag.

Nærmasti grannin, sum eru leiguíbúðir hjá LÍV, er eisini væl ávegis. Har skulu byggjast tvær hæddir afturat nærmast við Biskupstorg og ein hædd afturat móti miðbýnum. Teir vænta at hava reisigildi um Norðoyastevnuna.

Jú, tað gongur framá, og ein spennandi tíð í miðbýnum stendur fyri framman við nógvum lívi í.

Sí eisini Nógv tann størsta stoypingin í Norðoyggjum 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Tað gekk enn einaferð hjá Høgna!
Talv: Systkinabørn vunnu gull og silvur
Flóvin Matras Tummasarson vann FM í 1. b…
Fjølbroytt lands­stevna 2. – 4. mai 2025
Opið bræv til lands­stýriskvinnuna við um…
Myndarøð: Tá Norðlýsið fylti 110
Luitjen pressar!
Hálvfinalur í BÓNUS kappingini
Líðin og Leiti hagafund
Heimsmál­ini á bókasøvnunum
Størsti sigur hjá KÍ á HB síðani 1970
Myndarøð: HB fekk avsmurning í Klaksvík…
KÍ vann stórsigur á HB
Nógv fólk í Svínoy
Forvitnis­lig framsýning á Viðareiði á pá…
Lívið nær Gudi givin útaftur
Lova HARRANUM! - Páskastevna í Bylgjun…
Upptakt: KÍ-HB
Høgni í knúsandi álopi!
Karla Dánjalsson 95 ár