KÍ-HB í toppdysti skírisdag
KÍ hevur fult stigatal, meðan HB hevur trý stig færri undan toppdystinum skírisdag kl. 15.00.
HB hevur havt takið á KÍ síðani kappingarbyrjan 2024 og hevur samanlagt vunnið fýra sigrar móti tveimum hjá KÍ í skrásettum dystum hesa tíðina. HB hevði fult stigatal fram til grannauppgerðina sunnudagin, tá B36 avgjørdi í síðstu minuttunum.
KÍ hevur síðstu tíðina verið væl fyri eftir eina annars minni sannførandi byrjan leikliga sæð móti lægru liðunum. Tað hevur verið sum um, at KÍ hevur lyft seg, tá mótstøðuliðini hava verið betri.
Dysturin hevur stóran týdning fyri bæði liðini, tí hóast KÍ hevur fult stigatal, so er eitt lið, sum liggur frammanfyri KÍ við betri málmuni. Tað er NSÍ, sum er liðið, sum hevur spælt tann besta álopsfótbóltin. NSÍ spælir á heimavøll móti FC Suðuroy og har væntast oddaliðið at fáa fulla úrtøku. Tí kann KÍ neyvan liva við einum javnleiki.