Hví skulu vit arbeiða, til vit eru 70 ár?
Týskvøldið 8.apríl klokkan 19.00 verður fyrsta almenna orðaskiftið millum forfólkini í politisku flokkunum um ætlanina at hækka pensjónsaldurin uppí 70 ár.
Samgongan fer at hækka pensjónsaldurin upp í 70 ár, hóast fakfeløgini, ið umboða lønmóttakaran, staðiliga mæla frá at gera hetta.
Men hvat merkir tað fyri fólk, at tey skulu arbeiða, til tey eru 70 ár?
Hvat fer tað at kosta lønmóttakarunum, at pensjónin verður útsett í trý ár?
Og ber ikki til at finna aðrar loysnir fyri at tryggja haldførið?
Hvussu við okkara rættindum til okkara pensjón, ein pensjón sum vit hava uppspart alt okkara arbeiðslív?
Hetta fara vit m.a. at viðgera á fyrsta almenna orðaskiftinum millum forfólkini í politisku flokkunum, um ætlanina at hækka pensjónsaldurin. Orðstýrari verður Beinta Løwe.
Tað er Fakfelagssamstarvið, ið skipar fyri og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tiltakið er ókeypis og verður í Smæruni í Tórshavn týskvøldið 8.apríl klokkan 19.00-20.30.
Kom og lurta, tí tað snýr seg um teg og tína pensjón.
Fakfelagssamstarvið