Dansur og dreymar til fjarskotin ljóð
Vit kunngera í dag tvey nøvn, sum hava tað í felag, at tey blandað øll møgulig tónleikasløg saman. Við báðum kanst tú lata hugin sveima til fjarskotin lond og strendur.
Nusantara Beat
Indonesar, sum búgva í Niðurlondum og dyrka sín tónleikaliga uppruna, geva eitt púra egið boð uppá, hvussu hettar skal ljóða í 2025. Tónleikurin hjá Nusantara Beat gevur eina kenslu av at stíga inn í ein gamlan film, har ferðast verður til fjarskotin lond. Ein sera spennandi samanrenning millum tónleikasløg. Best av øllum, so er tað so ólukksáliga stuttligt og óvanligt! Tað er bara á G!, at tú upplivir slíkt í Føroyum.
Stuzzi
"Í somu løtu eg trein inn í rúmið visti eg, at her var okkurt serligt á skránni. Salurin kókaði, og eg merkti hvussu bein og armar kravdu fulla loysing, og ætlaðu sær at dansa,“ sigur tónleikastjóri hjá G!, Høgni Lisberg. Tað vóru rútmurnar av disko, kumbia, house, funk og rave, framført av svenska Stuzzi og bólki hansara. Tað tók ikki meira enn 20 sekund áðrenn avgjørt varð, at HESIN skuldi á G! 2025. Tað skal vera stuttligt at spæla tónleik og somuleiðis, at lurta. Og tað verður snøgt sagt ikki stuttligari enn tað sama.
G! Festival verður dagarnar 17.-19. juli í ár.