Lýsing
Lýsing
Lýsing

Tað var frítt at fara fram við landi

SKRIVAÐ: Hanus Vang  |  30.03.2025 - 08:12 Lesarabrøv Tíðindaskriv

Vit mugu fáa myndugleikar at rætta hesi mistøk og lata almannarættin fram við landi aftur til fólkið her býr!

    

Skriv til myndugleikar.   

TAР VAR  FRÍTT  AT  FARA  FRAM  VIÐ LANDI

Her á landi hava vit næstan altíð havt frítt at fara fram við landi! At ferðast, dyrgja, seta berggyltulínu ella halda snøri.

Her hevur ”allmannarættur” altíð verið galdandi!

Men hesi seinastu árini hava myndugleikar okkara, ofta á ljótan hátt, tikið henda rætt frá øllum og lati nøkrum fáum hann.

Tað er hent í Sandvíkum á Kalbaksfirði, norðanfyri Norðskála og úti á Vík í Lorvik.

Her er givið loyvi til stuttleikaskjóting, soleiðis at øki útfyri er vorðið vandaøki. Í Danmark, hvørs lógir vit vanliga seta í verk, er galdandi trygdargeiri, sum er 300 til 500 metrar eftir høglstødd. Skotdundrini eru heldur ikki dámlig at hoyra.

Hetta er álvarssamari enn bara at hugsa um sjálva skjótibreytina.                                         

Í Sandvíkum hevur Tórshavnar Kommuna brúkt tíggjutals miljónir av skattapeningi til skjótibreyt og marglætis felagshús á øki sum var ein náttúruperla. Áðrenn hesa bygging sóu skjúttarnir um ein bátur ella skip kom nær, men nú er ein høgur vallgarður gjørdur omaná fjøruna, soleiðis at onki sæst til um bátar og fólk eru í skotlinjuni Enntá sunnudagar verður skotið.

Hetta er gjørt við vælsignilsi frá Friðingarmyndugleika, Umhvørvismyndugleika og, ikki um at tala, kommunum!

Tað sama mundi hent í Klaksvík men Klaksvíkar Kommuna hálsaði um aftaná umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni. Munur á Kommunum!

Her, sum í so mongum, verður ikki ansa eftir okkara lítla, vakra og friðsæla landi.

Vit mugu fáa myndugleikar at rætta hesi mistøk og lata almannarættin fram við landi aftur til fólkið her býr!

 

Hanus Vang

Lýsing
Seinastu tíðindini
Borgar­stjórar­nir í Suðuroynni kalla inn…
Gentur 19 hjá Mjølnir steypavinnarar 202…
Misnýtt politiskelti
Skilnaðarløtan í gomlu Klaksvíkar kirkju
Brekumboðið farið til verka
Vika 6 - Hví vilja vit føroyingar ikki b…
“Orð Guds” Møtirøð 6.-8. februar í Berøa…
Veðrið um vikuskiftið
Torrablaðið í gerð
BÓNUS steypafinalur fyri yngri leikarar…
Ummæli: Framtíðin er í góðum røddum
Styrkt samstarv um vinnukavara­útbúgvinga…
Móttøka í nýggja Búfelagsskapi­num á Toft…
Liverpool Føroyar stuðlar Giktafelag­num…
Listasavn Føroya verður nú útbygt og nút…
Semja um felags lønarkarm: 12 fakfeløg v…
Nú íresta bara 4 í at fáa reinan meirilu…
6.a vitjar KG
Rúsan út, hvør inn?
Læruríkir dagar á Ungdómstingi