Lýsing
Lýsing
Lýsing

ÁLOPIÐ FÆR STÓRAR AVLEIÐINGAR - MEN LARMANDI TØGN

SKRIVAÐ: Jógvan Skorheim  |  21.01.2025 - 21:38 Lesarabrøv Politikkur Tíðindi Vinna

Í øllum jólastákinum, og eftir at løgtingið varð fari til hús, fór Dennis Holm til arbeiðis. Tað kann tykjast tilvitað og milt sagt óargaligt.

Endamálið var at tilrættaleggja eitt álop, sum ikki bert rakar Norðoyggjar og Klaksvík, men alt tað samlaða Norðurøkið í Føroyum.

Eg undrist á tøgnina. Tøgnina frá løgtingslimum í samgongu.

Hvat skal til, fyri at løgtingið ressast? Livibreyðið hjá fleiri 100 fólkum er í vanda, inntøkurnar hjá landskassanum svíkja, og fleiri avgjøld verða løgd á vanliga borgaran.

Hví fegnast vit ikki um menningina, og stóra íkastið, henda fyritøka hevur givið samfelag okkara gjøgnum áratíggjur, ja fleiri mansaldrar?

Sum býráðslimur og annar varaborgarstjóri í Klaksvíkar býráð, kenni eg tað sum mína skyldu at mótmæla hesum ætlanum hjá landsstýrinum! Og tí gjørdi eg tað á nýggjárinum, og nú geri eg tað enn einaferð!

Politikarar kring allan heim tosa dag og dagliga um, hvat gerast kann fyri at skapa fleiri arbeiðspláss - her avtaka vit arbeiðspláss!

Klaksvík, 21. januar 2025
Jógvan Skorheim, býráðslimur og 2. varaborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Fiskur fast pláss á matskránni undir Hot…
Ferðamanna­skip í Ánunum
Myndarøð: Reisigildið á KG
Dystar­veðrið NSÍ – KÍ
Nýggja hotellið kallast KG
Hanus: Hornorkestrið var ikki í Gøtu í 1…
Virðisbrøv­ini munaðu væl hjá Búnaðargr…
Filmsfyritøka: Sjálvlærd á Youtube
Provoker­andi samrøða fekk meg uppfrá
Upptakt: NSÍ-KÍ
ROK.FO letur upp í Klaksvík
Páll Finnur Páll á Summar Festival
Samræ
Krøv í samband við bygging av íbúðum og…
Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksví…
Apríl 2025 – lýggjur og turrur
KÍ og NSÍ eru tey bæði royndastu liðini
Burðardyggur Gadus í tráð við ST-heimsmá…
Opin pallur fyri børn
Norð­havssildin flutt 800 km longur norð…