Lýsing
Lýsing
Lýsing

Oyggjaleikir: Flogbóltur og Triatlon verða í Klaksvík

SKRIVAÐ: Oyggjaleikanevndin  |  19.12.2024 - 17:33 Ítrottur Tíðindi

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum

 

 

Nú er greitt, hvar ymsu ítróttakappingarnar vera, tá ið Føroyar hýsa Betri Oyggjaleikum um hálvtriðja ár. Onkur ivamál eru, men yvirskipað eru ítróttakappingarnar endaliga staðsettar

 

Tá ið Betri Oyggjaleikir 2027 verða í Føroyum, verða kappingar um alt landið.

Kappast verður í badminton, borðtennis, frælsum ítrótti, judo, kurvabólti, skjóting, súkkling, svimjing og tennis í Havn og nær við Havnina. Kappast verður í bogaskjóting í Miðvági, í fimleiki í Runavík og í flogbólti og triatlon í Klaksvík. 

Harafturat verður nógvur fótbóltur á leikunum, og avgjørt er, at fótbóltur verður í Suðuroy, Havn og í meginøkinum annars. Enn hevur FSF tó ikki endaliga gjørt av, hvørjir vøllir skulu brúkast. 

Oyggjaleikanevndin 27 fegnast um at vera komin á mál við hesi truplu uppgávu, eins og nevndin eisini fegnast um, at leikirnir eru staðsettir kring landið.  

Samstundis ásannar nevndin og harmast um, at øll sersambondini ikki hava fingið júst tað, sum tey ynsktu sær. 

- Hetta hevur verið drúgt, og tað bar tíverri ikki til at ganga øllum á møti. Við hesi staðsetingini meta vit tó, at flestu ítróttagreinarnar hava fingið bestu møguleikar og hentleikar at avgreiða sínar kappingar á Betri Oyggjaleikum, sigur Oyggjaleikanevndin. 

Betri Oyggjaleikir verða í Føroyum í døgunum 3.-9. juli 2027, og kappast verður í 14 ítróttagreinum.

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
OYGGJALEIKA­NEVNDIN HEVUR SJÁLV SKAPT EIN…
Viðmerking til Tórbjørn Jacobsen um eldr…
Veðrið á Summar­festivali­num í ár
Her fáast armbond uppá
SF: Vit koma við nógvari orku og gleði
Rætting til Liljuna Weihe
Hanus og Jákup vitja Norðlýsið
Vit eru klár
Føroyar sosialt av sporinum
Meðan meirilutin bíðar eftir “Kommunuætl…
Upptakt: KÍ-Neman
Niðristovugarðu­rin í Varpinum!
Ongir Oyggja­leikir í Klaksvík
Patrik Johannesen: Vit skulu brúka somu…
Ferðslan á summar­festivali­num 2025
Býarbussu­rin koyrir ikki festivalvikuna
Fjølmentan­arfamiljulegan vendur aftur
SF: Tað er nakað heilt serligt
200 campingvog­nar koma á Summar­festivali…
Video: Brimheim fær íblástur úr Føroyum