Lýsing
Lýsing
Lýsing
Hanna Jensen hevur ikki áður enn nú givið til kennar, hvørja støðu hon hevur til fría fosturtøku. Tí var spenningur til tað seinasta, og tá avtornaði, atkvøddi hon ímóti og feldi harvið uppskotið hjá egnum landsstýrismanni. | Mynd: Spurnarkanning hjá in.fo/Sosialinum.

Stórmál hjá Framsókn felt av teirra egnu

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  15.05.2024 - 19:48 Politikkur Tíðindi

Í kvøld er greitt, at sitandi Landsstýri ikki hevur undirtøku í Løgtinginum fyri onkrum av sínum stórmálum. Eitt av stórmálunum hjá Framsókn er fosturtøkulógin, sum fall, m.a. tí at fleiri samgongutingfólk atkvøddu ímóti. 2 javnaðartingfólk og 2 framsóknartingfólk atkvøddu ímóti, og hóast 2 sambandstingfólk atkvøddu fyri, var tað ikki nóg mikið at bera málið ígjøgnum.

Millum tey, sum atkvøddu ímóti málinum hjá Bjarna Kárasyni Petersen um fría fosturtøku vóru 2 løgtingsfólk í hansara egna flokki, Sólvit Emilson Nolsøe og Hanna Jensen. Málið fall við 15 atkvøðum fyri og 15 ímóti (ongin var blonk), og sostatt høvdu framsóknarfólkini altavgerandi leiklutin í, at málið fall. Triðja framsóknarfólkið, Karlot Hergeirsson, atkvøddi fyri.

Eisini Jóhannis Joensen og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum atkvøddu ímóti. Andstøðutingfólkini, ið atkvøddu fyri, vóru Johan Dahl og Eyðdis Hartmann Niclasen, bæði úr Sambandsflokkinum. Ein samdur Fólkaflokkur og ein samdur Miðflokkur atkvøddu ímóti, meðan eitt samt Tjóðveldi atkvøddi fyri.

Málið fekk eisini eina heldur løgna byrjan, tí tá ið tað kom fram á tíðindafundi fyri fjølmiðlunum tann 8. januar, visti Ruth Vang, forkvinna í Framsókn, av ongum. Tá segði hon eisini, at ongin vissa var fyri, at Framsókn sum flokkur stóð aftanfyri landsstýrismannin, tí tey vóru ikki samd um málið. Í kvøld var tað so sjón fyri søgn, at bert 1 av teimum 3 tingfólkunum í Framsókn taka undir við Bjarna K. Petersen í hesum málinum.

Tað hoyrist eisini úr Løgtinginum, at onnur stórmál hjá samgonguni møguliga heldur ikki verða ungar heldur enn egg. Bæði stórmálið hjá Ingilín Didriksen Strøm um elveiting og stórmálið hjá Høgna Hoydal um gongd í haga eru nevnd sum dømi um stórmál, ið kunnu detta burtur. Tað er tó enn óváttað, meðan tað er ein sannroynd, at fosturtøkumálið er fallið.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Javnaðar­flokku­rin við reinum fólka­tingsl…
Strika gjaldið á tóm hús
Verður hetta nú ein farin sjón?
Veðrið í februar 2026
Harðskapu­rin mótvegis okkara børnum skal…
Løgtingsvalið 2026
KVF: Ongir sjónvarpaðir valfundir kring…
Sjey stilla upp til fólka­tingsvalið fyri…
Ongin ognarskattur í stevnuni hjá Sjálvs…
Øll hava rætt til virðiliga pensjón
Sálarfrøðin og Løgtings­fólk
Politikarar­nir eru forðingin fyri lægri…
Frá Klaksvíkar Handverkara­felag
Eg stilli upp
Tobbi greinar politisku støðuna
Norðlýsið í RÚV
Barnakekk á 20.000 kr. – skattafrítt!
Norskur prædiku­maður vitjar Elim í Sølda…
Veðrið í vikuni
KÍ var sannfør­andi í Sørvági