Lýsing
Lýsing
Lýsing

Akstovan repar nú seglini kring um í landinum

SKRIVAÐ: John William Joensen  |  05.02.2009 - 10:31 Eldri tíðindi

Minkandi bilasølan ávirkar nógv inntøkurnar hjá stovninum og tá løgtingslimir samstundis noktaðu stovninum at hækka tænastugjøldini, var eingin annar møguleiki enn at skerja virksemið kring landið, sigur Jákup Jacobsen.

Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni vísir aftur at talan er um einvísa sentralisering, men sigur at annað var ikki til at taka nú stovnurin varð noyddur at spara.

- Intøkurnar sum stovnurin hevði frá bilasølunum eru minkaðar sera nógv - tí nýggjastu tølini vísa at bilasølan er minkað eini 70%.

- Samstundis heldur løgtingið fast við at stovnurin skal hava eitt yvirskot uppá 900.000 krónur í 2009.

- Vit bóðu løgtingið um loyvi til at hækka tænastugjøldini men hesum varð noktað og tí er veruleikin tann at stovnurin skal spara 2,1 mill. kr. í inniverandi árið og hettar svarar til 20% í mun til virksemið í 2008.

- Tað starvast 21 fólk á Akstovuni - men tað er ógjørligt hjá okkum at siga fólki úr starvið - tí hóast inntøkurnar eru minkandi so eru uppgávurnar tær somu.

- Vit eru tí noydd at tillaga raksturin á stovninum og hetta rakar hart tær tænastur, sum stovurin hevur veitt kring landið.

- Vit hava ikki møguleika at sýna stórar bilar í egnum hølum  í Klaksvík og tí hava vit havt ein leigusáttmála um ein grøv á bilverkstaðnum hjá Kjartan Simonsen - men tað leigumálið er uppsagt.

- Vit hava vanliga verið tvær ferðir um vikuna í Klaksvík til vanligu bilasýnini,  men hesi sýn verða nú skerd soleiðis at vit verða bert einaferð um vikuna í Klaksvík.

- Tað sama er galdandi fyri Vágarnar og Suðuroynna. Í Vágunum høvdu vit ætlanir um at byrja eitt samstarv við eitt verkstað - men hesar ætlanir eru nú sleptar.

- Tað er kostnaðarmikið at senda fólk út á bygdirnar og tí eru vit eisini noyddur at skerja talið á døgum tá vit eru í Norðoyggjum og í Klaksvík og hava royndir við fólkum sum ynskja at taka koyrikort, sigur Jákup Jacobsen, stjóri á Akstovuni.
Lýsing
Seinastu tíðindini
Aðalfundur hjá Landsfelag Pensjónista
Veðrið um vikuskiftið
Ikki so taktiskt snilt av B, C og E í No…
- Hettar var eitt heilt fantastist úrsli…
Seinastu dystirnir í grund­spælinum
At binda eina kenslu
Kamping- og viðfestisvog­nar í Klaksvík s…
Betri Oyggja­leikir avdúka maskott
Ein hjartans tøkk
Fimm norð­oy­ingar á ting
Tomislav Sivic í Klaksvík
Det er os der står herude og banker på
Nýtt talent í KVF
Ársfrágreiðingin 2025: Góður rakstur í e…
Sigurshar­rin vitjar Norðlýsið
Jákup Magnussen innleiðir familjuferð ti…
Blaðstjó­rin kollgitti valið
Sjókæti A-OY er tilnevnd til Barna- og u…
Aðalfundur – Grunnurin, Mentanar­hús í Kl…
Helga Djurhuus í Gallarí Havnará