Bókhaldari/skrivstovufólk til Navigare Shipping
Er tú klár/ur at seta tín dám á ein fjølbroyttan og altjóða arbeiðsdag?
Navigare Shipping sóknast eftir einum bókhaldara ella skrivstovufólki, sum trívist við avbjóðingum og hevur hug at gerast ein týðandi partur av okkara fíggjardeild.
Arbeiðsøki:
Tú kemur at arbeiða við fjølbroyttum bókhaldsuppgávum og fíggjararbeiði fyri bæði Navigare Shipping í Føroyum og okkara dótturfeløg uttanlands. Uppgávurnar eru skiftandi og spennandi, og tú fær høvi at seta tín dám á altjóða virksemið.
Førleikar, vit leita eftir:
- Útbúgving innan skrivstovuarbeiði, fyrisiting ella annað líknandi.
- Góðan KT-førleika, serliga við royndum í Dynamics NAV og Office 365.
- Góðan málkunnleika í føroyskum, donskum og enskum.
Persónligir eginleikar, vit vænta:
- Tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini í toymi.
- Tú ert fyrikomandi, væl skipað/ur og fleksibul.
- Tú trívist í einum fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi, har hvør dagur hevur nýggjar avbjóðingar.
- Tú megnar væl at hava fleiri ymiskar uppgávur í senn.
Vit bjóða tær:
Góða innleiðslu og neyðuga upplæring.
Fjølbroyttar og spennandi arbeiðsuppgávur, sum fevna um altjóða handilssambond.
Eitt gott og dynamiskt arbeiðsumhvørvi, har samstarv og trivnaður er í hásæti.
Umsókn, løn og setan
Løn og setanarviðurskifti verða ásett eftir avtalu. Starvsstaðurin er í Søldafirði.
Vit bjóða góða innleiðslu og eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við dugnaligum og eldhugaðum starvsfólkum.
Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli, viðmælum, v.m., skal vera okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 3. januar kl. 15.00, til Navigare Shipping, umvegis teldupost á jjo@navigare.fo. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Arna Rasmussen, fíggjarstjóra, á tlf 523013, ella við telduposti ar@navigare.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Vit ynskja, at starvið verður sett skótast gjørligt.
23. des 2024
3. jan 2025
3. jan 2025
1. jan 2025
3. jan 2025