Lýsing

Starv sum KT-fólk í Løgtinginum

 

 

Eitt starv sum KT-fólk í Løgtinginum fulla tíð er leyst at søkja til setan frá 1. februar 2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt nýtt starv, har tann setti fer at taka sær av ymsu telduskipanum og telduútbúnaði okkara bæði viðvíkjandi rakstri og viðlíkahaldi/menning.

 

Virkisøkið fevnir um telduútbúnaðin í løgtingssalinum, í løgtingsumsitingini og í skrivstovu- og fundarhølum hjá tingfólkum. Tørvur er á einum starvsfólki, ið bæði kann taka sær av at hjálpa tingfólkum og umsiting við ymsum kt-avbjóðingum eins og at vera við til at viðlíkahalda og menna skipanir okkara.

 

Tann, sum settur verður, skal hava viðkomandi útbúgving, hava hollan kunnleika til teldur og telduskipanir, góðan kunnleika til føroyskt mál og hava áhuga fyri og hegni til at arbeiða í politisku skipanini. Kunnleiki og royndir frá líknandi arbeiði kunnu vera ein fyrimunur.

 

Starvið verður lønt samsvarandi sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknir saman við prógvum o.ø. skulu vera Løgtinginum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 3. januar 2025, kl. 12. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til starv@logting.fo ella við vanligum brævi til Løgtingið, Tinghúsvegur 1-3, Postboks 208, 110 Tórshavn.

 

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Johnhard Klettheyggj, stjóra, á tlf. 520294.

 

 

Aftur
Starv sum KT-fólk í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Bókhaldari/­skrivstovu­fólk til Navigare S…
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Lands­grannskoðanin søkir vaskifólk til t…
Umsóknarfreist:
23. des 2024
Starv sum kunningar­fólk í Løgtinginum
Umsóknarfreist:
3. jan 2025
Stjóri til Tjóðpall Føroya 
Umsóknarfreist:
1. jan 2025
Skrivstovulærling til Navigare Shipping
Umsóknarfreist:
3. jan 2025