Lýsing
Lýsing
Lýsing

Fiasko úr enda í annan

SKRIVAÐ: Bjørn Kalsø  |  13.12.2025 - 19:33 Lesarabrøv

Tað kom óvart á at hoyra SSL í útvarpinum siga, at royndarsiglingin við Teistanum á kalsoyarleiðini hevur verið ein succes.

Fyri okkum, sum brúka farleiðina dagliga, hava tillagingarnar av ferjuleguni/rampuni á Syðradali, og royndarsiglingin við Teistanum verið ein fiasko úr enda í annan.

Ferjulegan/rampan kann ikki brúkast til Teistan, og umstøðurnar hjá Sam at leggja at eru nógv versnaðar. Av tí sama eru javnan avlýsingar.

Tað  eru SSL, LV og játtandi myndugleikin, sum eiga hurlivasan.

Hevði verið lurtað eftir manningunum á Sam, Teistanum og staðkendum áðrenn farið varð til verka, høvdu avbjóðingarnar ongantíð komið í eyga.

Tá hevði staðið øllum greitt frá byrjan, at neyðugt var við størri íløgum í ferjuleguna á Syðradali, um Teistin ella nýggja kalsoyarferjan skulu røkja farleiðina.

Neyðugt er við rampu sum passar til skipini, longri atløgusíðu, tryggari innsigling, dýping í havini og ábótum á gomlu kai, - umframt íløgur, sum skulu gerast í Klaksvík.

Ruðuleikin ikki fullkomin

Eftir miseydnaðu tillagingarnar á ferjuleguna/rampuna og meiningsleysu royndarsiglingina við Teistanum, skuldi ein trúð, at ruðuleikin var fullkomin. Men so er ikki.

Tað nýggjasta frá SSL er, at Erla skal loysa av í ringastu árstíð eftir ársskiftið, tá Sam fer til eftirlit.

Royndir vísa, at Erla bara kann brúkast í stilli, og at hon als ikki er egnað til sigling á vetratdegi.

Tá vindur og streymur eru, fer Erla sum ein bona fjøl eftir sjónum. Tá er óðamannaverk at fara við henni millum grótkøstini á Syðradali.

Mugu seta í kortið av nýggjum

Ráðini til SSL eru at seta í kortið av nýggjum, tá um samferðslu í Kalsoynna ræður. Verandi støða og vánaligu útlitini, eru als ikki haldbar !

 

Bjørn Kalsø

 

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur