Lýsing
Lýsing
Lýsing
Sjálvar uppskriftirnar skulu ikki avdúkast her, harav svørtu kassarnir, men hendan spennandi uppskriftin upp á bechamelsauce og fleiri við eru at finna í bókini - mitt inni í tekstinum

Bókaummæli: Kynstrið at halda frí

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  10.12.2025 - 10:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Bókin Frí kann viðmælast øllum, ið eru fangað í hamstarahjólinum, men sum langtast eftir matsjálvbjargni, burðardygd og kvalitetstíð. At bókin á skemtiligan hátt vísir vegin í tann rætningin er mest umráðandi uppskriftin í bókini.

 

(Grein úr blað nr. 10)

 

Bókaummæli av Joensen, Jóna: Frí – Ein bók um forvitni, útilív og frísinnaði menniskju, sum finna gleðina í tí einfalda – við hjarta, hondum og hugflogi. 269 bls., 2025.

Skaldsøgan byrjar in medias res, har vit verða slept beint inn í hendingagongdina uttan nakran inngang. So við og við læra vit høvuðspersónarnar at kenna, og teir eru brøðurnir Sirius og Blásius. Frásøgufólkið nýtir teir dialektiskt; teir verða nýttir sum verbalir sparringspartnarar hvør hjá øðrum, eins og vit kenna tað frá Platon og Aristoteles, Hegel og øðrum dialektikarum. Hóast har ikki er nakar greiður hierarkiskur munur í bókini Frí, avdúkar navngávan kortini eina stigaskipan, eitt nú á s. 99. Sirius merkir tann bjarta, skínandi stjørnan, og tað er eisini hann, ið hevur føringina, meðan Blásius er tann, ið fylgir aftaná.

Forkunnugt er at síggja matarinnar semiotikk í føroyskum skaldskapi. Skaldsøgan hevur nevniliga heilt nógvar mataruppskriftir við lasagnu, pizza, flûtes, havragreyt o.a. við, og tað kynstrið er kent úr eitt nú krimibókini Det røgede lig hjá Anette & James Price frá 2024 og granskað í ph.d.-ritgerð hjá Mads Julius Elf. Men Jóna Joensen brúkar mat á ein øðrvísi hátt, og við tí koma vit til boðskapin í verkinum.

Møguliga ávirkað av samtíðarumstøðunum velur frásøgufólkið at brúka mat sum amboðið til at gerast sjálvbjargin, burðardygg og nærverandi. Yvir hesum tema’unum kemur boðskapurin um at duga at halda frí og sansa tingini rundan um seg. Í dagsins samfelagi verða gandaorð sum stuttflutt, burðardygd og effektivari gagnnýtsla brúkt í heilum, men einamest í kjaki – ikki í verki.

Bókin Frí er sostatt eitt skot eftir bæði materialismuni (t.d. útsøgnin ”Tað, ein kann keypa, kann ein sum oftast eisini gera”, sum høvundurin letur Mýrommuna siga á s. 233) og kritiserar tað at seta viðurskifti á breddan uttan at fylgja teimum upp við handling. Brøðurnir í bókini hava nevniliga frí, og teir nýta – og njóta – summarferiuna til at gagnnýta lokalar vøkstrar og rávørur, fyrst av sjálvbjargnisávum og seinni kommercielt.

Kritiski vinkulin í bókini er, at nútíðarmenniskjað arbeiðir ov nógv og dugir alt ov illa at halda frí. Runnið verður runt í hamstarahjólinum, ið sjálvsagt gevur peningaligt avlop, ið síðani verður nýtt til at keypa sær matvørur í supermarknaðum. Bókin Frí leggur upp til eitt annað slag av góðskutíð: Menniskju eiga at raðfesta frítíðina fram um hamstarahjólið. Tíð, góðskutíð, hevur størri virði enn peningur. Við meira frítíð kann ein vera saman við familjuni og savnast um at haggreiða matvørur beinleiðis úr náttúruni heldur enn at keypa langfluttar matvørur úr kølidiskum.

Á sarkastiskan hátt tykist høvundurin at addressera uppfatanina av hesum sum verandi utopiskt, serliga sett upp á spíssin í dialektiska brotinum á s. 215f, har kjakast verður um at seta forboð fyri bilum. Og við staðarnøvnum sum Tuskuvík, Kønuborg og Pippoy insinuerar skaldsøgan eisini ein farra av eskapismu, men tann jarðbundna hendingagongdin ger kortini, at søgan ongantíð missir jørðforbindilsið.

Eitt lýti í skaldsøguni er, at hon kundi verið betur rættlisin. Ikki bara manglar komma í fleiri støðum (t.d. s. 63, 77 og aðrastaðni við) og útrópstekin verður nýtt fyri spurnartekin (s. 63), men eisini eru fleiri stavivillur at finna. ”Læt” verður skrivað ”lat” á s. 107, s. 191 og aftur á s. 231, óbundna ”einum lítlum gistingarhúsið” á s. 159 hevur av onkrari orsøk fingið -ð í endan, sum ikki eigur at vera har, ”skerarin” á s. 133, ið eigur at vera ”skeraran”, stendur í skeivum falli, ”prinsippsak” er sundurskrivað til ”prinsipp sak” á s. 114, ”tekini” verður skrivað heldur enn tað rætta ”tekinini” á s. 69, persillurøtur hava fingið eitt eyka r á s. 86 (”persillurrøtur” stendur), og á s. 255 hevur kúgv fingið ð í hvørjumfalli, ”hesi kúnnið mjólkaðu vit”, fyri nú at taka nøkur dømi fram, sum skóru í eyguni undir lesnaðinum. Her hevði bókin havt gott av einum kritiskum rættlestri framman undan útgávu.

Hinvegin órógvar tað ikki, at skrivaðar verða danismur sum ”betíður” á s. 163 ella meðalvarpingar við versalum, tí hetta gevur bókini ein óhátíðarligan, gerandisligan dám. Jarðbundið, sum nevnt omanfyri. Tað fyrra átti tó helst at verið stavað ”betýðir” við seinna ý.

Letur ein seg ikki órógva av málsligu villunum, er talan um eina stak undirhaldandi bók, har skrivingarlagið vendir sær til tann breiða almenningin. Bókin er epikuréiskt eggjandi og ruskar í fólk við tí greiða boðskapi at leggja materialismuna til viks og njóta náttúruna, ”de nære ting” og at hava kvalitetstíð saman við teimum nærmastu – serliga at vera saman um at framala matvørur og gera mat úr teimum.

Bókin Frí kann viðmælast øllum, ið eru fangað í hamstarahjólinum, men sum langtast eftir matsjálvbjargni, burðardygd og kvalitetstíð. At bókin á skemtiligan hátt vísir vegin í tann rætningin er mest umráðandi uppskriftin í bókini.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Jólatræið tendrað er
Jólaguðs­tænasta á Húsum
Nýggj poddvarpsrøð á Norð­lýsinum
Bókaummæli: Kynstrið at halda frí
Jólaløtan saman við B24y
Tussj: - Tað lá í kortunum, at eg gjørdi…
Jóla­konsertir og framførslur hjá Klaksví…
Frálík bókaframløga í Varpinum
Nýggj tekja norð­anfyri sjúkra­húsið
Afturum endur­nýtsluna
Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spi…
Dávid til B36
Bókaframløga í Varpinum
Veðrið í kvøld og í nátt
Lands­liðsleikari venur við KÍ
USA vil ikki longur vera heimspoliti
Annika á OY Voxbotn 2026
Leggja betongdekk á leiguíbúðir við Kirk…
Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og…
Móttøka og jólahald hjá KBI