Lýsing
Lýsing
Lýsing

Pop-upp matstova við ræstari súpan í Spinnarínum

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2025 - 18:00 Mentan Myndarøð Tíðindi

Áhugafelagið Spinnaríið endar eitt virkið heyst við pop-up matstovu og ullavirking leygardagin 13. desember. Hvønn hósdag í heyst hevur Áhugafelagið skipað fyri ullakvøldum í Spinnarínum, og hesi tiltøk halda fram hesa vikuna og næstu

 
Men hendan vikan er heilt serlig í Spinnarínum, tí hesa vikuna hava Gunnhild Dahl Niclasen og Kári Klettskarð í Kongsstovu matstovu í hølunum hjá Áhugafelagnum.

Í matstovuni, sum verður opin hósdagin frá 17 til 19 og allan leygardagin frá 11 til 18 selja Gunhild og Kári ræsta súpan, smurt breyð, súltaðar røtur og hvannir og heimagjørt pesto afturvið. Og omaná kanst tú keypa tær rabarbutriflu, hvíttvíngløgg, heimagjørdar rómakaramellur og havragrýnskúlur.

Leygardagin verður umframt matstovuna søluborð hjá kreativum fólkum og framsýning frá ullarkvøldunum í heyst. Nevndarlimir í felagnum verða eisini við og kunnu greiða frá virkseminum hjá felagnum og visa verkstaðin fram. Maskinurnar hjá felagnum verða eisini brúktar á degnum, og áhugað kunnu síggja, hvussu nýggi rívarin riggar.

Áhugafelagið Spinnaríið hevur eina nevnd við fimm limum og einum varðalimi. Alt arbeiðið hjá nevndini er sjálvboðið, og higartil í ár hava tey skipað fyri fleiri skeiðum, ullakvøldum og framsýningum. Komandi ár er ætlanin at halda fram við spennandi ullaskeiðum í vár, ferðafólkatiltøkum í summar og ullakvøldum næsta heyst. Harumframt vaskar og rívir felagið ull frá bóndum í norðoyggjum og eysturoynni.

Hóskvøldið 11. desember frá 17-19: Matstova og ullakvøld

Leygardagin 13. desember klokkan 11-18: Matstova, framsýning og søluborð

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur