Lýsing
Lýsing
Lýsing
USA biður nærmast europeisku londini sigla sín egna sjógv - ikki burtur frá USA, men burtur frá ES. Ein orsøk kann vera, at ES í stóran mun vrakaði amerikonsku friðarætlanina millum Ukraina og Russland

USA vil ikki longur vera heimspoliti

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  09.12.2025 - 14:33 Politikkur Tíðindi

Í øllum førum ikki í Europa. Nýggja trygdarætlanin hjá USA inniber eina týðandi broyting í amerikanska uttanríkis- og trygdarpolitikkinum. Ætlanin leggur nú nógv størri dent á innanhýsis amerikonskar avbjóðingar og eina meira avmarkaða altjóða tilgongd. USA fer framyvir at venda sær meira til einstøku europeisku londini og ikki so nógv til ES.

Hetta hendir í kjalarvørrinum av, at USA legði eina friðarætlan fram millum Russland og Ukraina fram, men sum fleiri europeiskir leiðarar síðani valdu at mótmæla.

USA vil framyvir minka um sína beinleiðis ábyrgd í stríðs- og trygdarøkjum kring heimin og heldur eggja øðrum (les: europeiskum) londum at taka størri ábyrgd av sínum egna verjuøki. Samstundis sigur nýggja strategiin eitt sindur óbeinleiðis, at USA framyvir vil arbeiða meira við einstøkum europeiskum londum heldur enn ES sum felagsskapi.

Europa hevur ein serligan leiklut í hesi nýggju støðu. Strategiin byggir á ivasemi mótvegis europeiskum samgongum og politikkum og førir fram, at Europa er í vanda fyri at missa sítt sivilisatoriska grundarlag og at Europa sum ein eind fánar. Eisini vil amerikanska stjórnin hava, at Europa tekur ábyrgd sjálvt. USA sigur greitt frá, at Europa má sjálvt byggja upp eina sterkari verju og ikki longur taka amerikanskan stuðul sum eina sjálvfylgju. Hetta umfatar bæði fíggjarligt, hernaðarligt og politiskt arbeiði og ábyrgd..

Europeiskir leiðarar hava viðmerkt, at hendan nýggja amerikanska linjan broytir veruliga tað transatlantiska samstarvið. Fleiri ES-leiðarar hava svarað við strongum atfinningum og siga, at hóast Europa má styrkja sína egnu trygd og verju, er samstarv við USA framvegis týdningarmikið.

Sum heild bendir ætlanin á ein nýggjan geopolitiskan veruleika: Minni amerikanskan stuðul til Europa, meira sjálvstøðu til europeisk lond, og at europeisk lond verða noydd at staðfesta sín individuella leiklut í altjóða trygdini – sjálvt um hetta kann leiða til vaksandi frástøðu millum londini í Europa.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur