Lýsing
Lýsing
Lýsing

Bíligari gerandisdag: Eplir, grønmeti og blæur verða bíligari

SKRIVAÐ: Javnaðarflokkurin  |  09.12.2025 - 14:08 Politikkur Tíðindaskriv

Tað verður bíligari at fylla innkeypskurvina við eplum, grønmeti og barnablæum eftir ársskiftið. Løgtingið hevur júst samtykt uppskotið frá landsstýrinum um at taka mvg’ið av hesum vørum.

 

Fyri barnafamiljur ger hetta stóran mun. Ein vanlig barnafamilja við tveimum blæubørnum kann lættliga spara einar 3.000 kr. um árið, nú mvg’ið er tikið av eplum, grønmeti og blæum.

Hetta er enn eitt stig á leiðini at gera gerandisdagin lættari hjá vanligum fólki, sum kenna sviðan av hækkandi prísum seinastu árini. At taka mvg’ið av gerandisvørum kemur aftrat øðrum stigum, sum vit hava tikið, so fólk fáa fleiri tøkar pengar at keypa fyri.

Skattalætti er veittur og lønarlyft er givið. Lønarhækkingarnar hava verið óvanliga stórar og eisini er útgjaldið í barsilsskipanini hækkað. Og her í heyst hava vit samtykt, at hækka barnafrádráttin og at hækka lestrarstuðulin við 1000 kr. komandi skúlaár.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur