Lýsing
Lýsing
Lýsing

Upptakt: Vár G. Hansen til VERSA Challenge 2025

SKRIVAÐ: Jóhann Lützen  |  28.11.2025 - 19:21 Ítrottur Tíðindi

Kl. 09:30 leygarmorgunin runga boðini ígjøgnum hoyratólini í Singapore EXPO. Tá situr føroyska Vár Guriardóttir Hansen klár á Concept2-rógvimaskinuni — sum fyrsti íðkari í kappingini, og klár at leggja støðið fyri dagarnar, ið koma.

 

Get Ready – Attention – GO!
Kl. 09:30 leygarmorgunin runga boðini ígjøgnum hoyratólini í Singapore EXPO. Tá situr føroyska Vár Guriardóttir Hansen klár á Concept2-rógvimaskinuni — sum fyrsti íðkari í kappingini, og klár at leggja støðið fyri dagarnar, ið koma.

Ferðin hjá Vár byrjaði mikudagin, tá hon setti seg í flogfar hjá Atlantic Airways. Eitt lítið samdøgur, og trý flogfør seinri, lendi hon í Singapore. Síðan tá hevur hon haft góðar møguleikar at kanna kappingarumhvørvið, venjingarumstøður og hitt hinar íðkararnar. Eisini hevur hon fingið nýggjastu kunning frá World Rowing, um sjálva kappingina.
Her er ein upptakt til VERSA Challenge 2025 við Vár G. Hansen.

Hvat er VERSA Challenge?
VERSA Challenge er ein inniróðurskapping, sum testar allar síður av rógvaranum. Kappingin er munandi fjølbroyttari og harðari enn tað, ið vit kenna frá vanligum inniróðri — og krevur bæði eksplosivitet, úthaldni og taktiska tilgongd.

Kappingin er býtt í fimm ymisk heat:

Challenge 1 & 2
Leygardagin 29/11
Kl. 09:30 – 12:30

Challenge 3 & 4
Sunnudagin 30/11
Kl. 01:30 – 03:45

Challenge 5
Sunnudagin 30/11
Kl. 07:00 – 08:00

Allar tíðir eru givnar í føroyskum tíðarsonu.

Soleiðis upplivir Vár kappingina higartil

Ferðin til Singapore
“Ferðin gekk akkurát sum hon skuldi. Tó var tað øgiliga drúgvt at sita umborð frá Zürich til Singapore, í heili 13 tímar mitt um náttina — og jetlag rakti eisini.”

Umstøðurnar á staðnum
“Umstøðurnar eru avbera góðar. Kappingarøkið er risastórt og inniheldur nógvar ymiskar ítróttagreinar. Uppsetanin er flott og nógv størri enn tað, vit kenna frá HM og EM. Fokus og uppmerksemi er eisini nakað heilt annað — naka sum er sera stuttligt at uppliva.”

Íðkarar og felagsskapur
“Vit búgva øll á sama hotelli, eta saman og ferðast saman. Tað er eitt fantastiskt upplivilsi — serliga tá man endiliga hittir tey, sum man annars kappast ímóti á netinum alt árið.”

Formur og vónirnar
“Formurin er góður — júst sum eg hevði vónað. Eg vænti at klára meg væl í fyrstu uppgávuni, sum er 60 sekund max metrar. Sunnudagin vóna vit tað besta, tá teir longru teinarnir eru.”

Um sjálva kappingarformatið

Nær vita íðkararnir, hvat teir skulu rógva?
“Vit fingu eina stutta lýsing eina viku frammanundan, og í dag — fríggjadagin — fingu vit nágreiniliga kunning um hvønn einstakan part. Vit fingu eisini møguleika at royna nakrar av avbjóðingunum. Hetta verður heilt vist ein kapping, sum krevur nógv av bæði konsentratión og orku.”

Hvussu verður ein vinnari funnin?
“Vit rógva fimm ferðir — tvey heat leygardag og tríð sunnudagin. Allar kappingar telja líka nógv, men stigini verða givin á ymiskan hátt: tað kann vera samlaðir metrar, tempo, pace ella at koma fyrst fram um kappingarneytan við 10 metrum.”

Vit halda okkum dagførd!

Tíverri verður tiltakið ikki stroymt. Vit vóna tó, at World Rowing hevur ein “live blog” ella aðra beinleiðis dagføring.

Alt kappróðra-Føroyar ynskja Vár bestu eydnu í Singapore – og vit gleða okkum at fylgja við í hennara søguligu luttøku í VERSA Challenge 2025. Koyr á Vár 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Sjógvpumpu­skipan til Elverkið á Strond.…
Testovan Marin Malena letur upp
Er hetta 10'arin?
KÍ á ferð til Albir
Óli Mittún í uppskoti til heimsins besta…
Føroya Skjótasta Hálvmaraton í Klaksvík
Nær verður arbeitt við farstøð­ini?
Nevndin í FF hevur skipað seg
Húsaprísu­rin hækkaði 13% í 2025
Ein heilsan frá býráðs­húsinum
Ein tjóðarbyggjari og felags­maður er far…
Altjóða kapping í Íslandi
KÍ hevur ársaðalfund
Vit mugu styrkja eftirlitið og fáa tamar…
Jenis spyr um trúarsamfeløg í Føroyum
Ítróttafagnaður 2025 - Tilnevn­ingar til…
KS: Svøvnambulatoriið fingið nýtt starvs…
Norðsøki góð 15.000 pund
Tá hildu vit ondini!
Heygavegur stongdur