Lýsing
Lýsing
Lýsing

Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað

SKRIVAÐ: RFF  |  23.10.2025 - 02:16 Tíðindaskriv

Boðskapurin um, at ov nógv ferð er vandamikil, er ikki nýggjur. Men framvegis koyra vit ov skjótt og ferðsluvanlukkur henda framvegis. Í tíðindunum hoyra vit ofta, at ”ongin doyði” og vit fegnast sjálvandi um tað.  Men álvarslig ferðsluóhapp henda enn og fólk fáa skaða. Við hvørt stóran skaða. Tað hoyra vit kanska ikki líka nógv um í tíðindunum, og tí kann tað kanska vera torført at fyrihalda seg til. Kanska serliga hjá teimum, sum eru ung í dag og eru nýggir bilførarar.

 

Spildurnýggja átakið, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur framleitt í samstarvi við Trygd og Betri trygging, snýr seg um, at tað er so nógv sum fær skaða, um tú koyrir ov skjótt og tað endar galið í ferðsluni. Um tú gert skaða á onnur, so doyr okkurt innan í tær sjálvum. Tað sjálvsálitið, sum tú einaferð hevði, er ikki tað sama. Og tínir vinir síggja teg ikki á sama hátt. Og foreldrini eru ikki líka við uppá at læna tær bilin. Og missur tú koyrikortið, kanst tú missa alt frá læruplássi til starv, ella aðrar framtíðarmøguleikar.

Vit skulu minnast til, at hóast #ongindoyði, so drepur ferð ofta nógv annað.

 

 

Átakið byrjar 23. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger ferðkanningar, meðan átakið er. 
 
 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Rættartrygdin sett til viks í Klaksvíkar…
Ongin doyði - men ferð drepur nógv annað
Felagsdøgurði og pallborðsfundur - almen…
4. flokkur granskar hjartað, lungu og ný…
Gadus siglir heim
Terji tikið sæti á tingi
Hjartastart 2025
Skipið kommunur­nar í størri eindir
U19 lands­liðskapping í flogbólti í Havn…
FM Radio: Tummas og Jógvan vitja Norðlýs…
Vinnulívið netverkar í Rótini
Friður á pallinum: Fleiri atgongumerki s…
Netverksfundur í Rótini: Morgunmatur og…
FM radio á Norð­lýsi­num, 21. okt 2025
Atgongumerkjasølan byrjað
Fleiri lokalir leggjast afturat KÍ-hópin…
Pelagisk rekord: Asbjørn selt fyri 46 mi…
Dansihugni byrjar aftur
Lógin heimilar ikki ætlanini at seta ALS…
Vónbjørt Vang vunnið bókmentavirðislønin…