Lýsing
Lýsing
Lýsing

Saman um krabbamein – landsinnsavning 26. oktober í 2025

SKRIVAÐ: Krabbameinsfelagið  |  30.09.2025 - 16:25 Mentan Merkisdagar & Kunngerðir

Sunnukvøldið 26. oktober í 2025 verður stóra landinnsavningin hjá Krabbameinsfelagnum "Saman um krabbamein" send beinleiðis í sjónvarpinum.

 

 

Hetta kvøldið fara vit at kaga í nógvar søgur hjá sjúkum og avvarðandi; vit fara at borðreiða við tónleiki og fáa undirhald, umframt at fáa innlit í arbeiðið hjá Krabbameinsfelagnum - og hvørja hjálp sjúk og avvarðandi fáa.

Tað er týdningarmikið, at eingi standa einsamøll, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag. Tí er tað undir heitinum Saman um krabbamein, at vit senda beinleiðis sunnukvøldið 26. oktober í 2025 frá klokkan 19.00 til 21.30.

Krabbameinsfelagið hevur verið virkið í meiri enn 45 ár. Umframt at hjálpa og umboða krabbameinssjúk og teirra avvarðandi, fevnir arbeiðið hjá felagnum eisini um at upplýsa um krabbamein og veita stuðul til at granska í krabbameini.

At Krabbameinsfelagið øll hesi árini hevur fingið stuðul, ger, at tað ber til hjá okkum at hjálpa. Og bara tí. Krabbameinsfelagið livir av stuðli frá fólki, vinnuni og kommunum – felagið fær ongan almennan stuðul. Tí er hvør króna týðandi fyri felagið.

Nógv sjálvboðin hjálpa. Við tíð og við peningi. Eru góð í ráðum. Myndugleikar vísa vælvild. Góð og dugnalig starvsfólk eru runt um í landinum. Og ikki minst, so hevur vinnan stuðlað okkum fíggjarliga.

Krabbamein ávirkar okkum øll, so ella so. Øll verða ikki sjúk, men øll eru avvarandi. Foreldur, børn, makar, familja, vinir, starvsfelagar.

Tí biðja vit við landsinnsavningini Saman um krabbamein um tykkara stuðul, so Krabbameinsfelagið kann halda fram við sínum týðandi arbeiði: at færri fara at fáa krabbamein; at fleiri blíva frísk; at tey, sum mugu liva við krabbameini, kunnu liva so væl sum til ber – og at bæði tey, sum verða sjúk og tey, sum varða av, fáa hjálp at bera byrðuna, sum krabbamein er.

Vit biðja um stuðul, sum ger mun – og sum vit standa saman um. Vónandi vilja tit eisini stuðla okkum. Longu nú ber til at stuðla við at flyta pening á kontu hjá Krabbameinsfelagnum:

Føroya Banki: 6460 — 618.088.6 Norðoya Sparikassi: 9865 — 323.088.5

Betri Banki: 9181 — 551.502.7 Suðuroyar Sparikassi: 9870 — 304.242.2

Allar upphæddir yvir 10.000 krónur koma á lýsingarbreddan á skíggjanum við navni á stuðlinum.

Vilja tit vera dulnevnd, vinaliga tilskilið hetta greitt í flytingini ella tá ið ringt verður inn.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Hvussu nógv regn kom niður í apríl í ár?
Árni bleiv besti leikari í apríl
KÍ tók ikki av mongu møguleikunum
Apríl 2026 – eitt sindur kaldur og turru…
Latið ei søguna doyggja: 70 Lítlubrekku–…
Myndarøð: Súlur í Klaksvík
Niklas á Trappuni
Ulf Nordlund farin
Johild Johannesen 80 ár
Veðrið um vikuskiftið
Upptakt: B36-KÍ
Strámenn spæla Guttesen á Country Festiv…
Minningarorð um Agnar á Dul
Hetta er bestu áskoðarar í Føroyum!
Fiskiloyvi til útróðarbátar í bólki 5 á…
ItaloBrothers á Summar Festivalin
Slakar 1,3 mió krónur til nýggj verk
Framløgudagur um Fiski­vinnu­royndir
Hegn og garðar skulu vera í seyðahøgum s…
Veiðiloyv­ini verða bæði rullað aftur og…