Lýsing
Lýsing
Lýsing

Falkon fer at byggibúgva setahúsagrundøkini

SKRIVAÐ: nes.fo  |  29.09.2025 - 11:51 Myndarøð Tíðindi

Nes kommuna gjørdi í seinastu viku  avtalu við Falkon um at byggibúgva 8 sethúsagrundøki  við nýggja partin av Høganesvegnum, sum Falkon júst hevur longt við 180 metrum.

 

 

Avtalan varð undirskrivað av Súna í Hjøllum, borgarstjóra, og Jóhan Berg, stjóra í Falkon.

Talan er um fýra grundøki, sum eru ætlaði til sethús í tveimum hæddum, meðan fýra eru til sethús við einari hædd. Tey koma at liggja væl í lendinum við frálíkum útsýni.

Grundøkini verða eftir ætlan liðug tíðliga komandi vár, men verða boðin til sølu – eftir nærri kunning – seinni í heyst.

Grótið til longda Høganesvegin er fingið til vega úr lendinum oman fyri verandi veg. Grótið til sethúsagrundøkini verður eisini tikið haðani, so tað er stutt at flyta.

Oman fyri vegin verður so eitt 3-4000 fermetrar stórt grundøki, sum  komandi vár fer at verða boðið út til íbúðarbygging.

Hendan samlaða verkætlanin við Høganesvegin er enn ein roynd hjá Nes kommunu at skapa karmar fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum.

Seinastu árini eru fleiri nýggj sethús bygd í økinum, og fleiri eru ávegis. Fyri stuttum hevur KBH eisini bygt seks randarhús  við  Høganesvegin.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Klakkur inni við 130 tonsum
Aftur hálvt stig
Arnbjørn Danielsen verður nýggjur høvuðs…
Kom og stuðla tiltaki­num "Saman um krabb…
Jens Marni á Heystglóð
Morgunsangur og skrúvugudstæntasta í Chr…
Kunnu vit fáa blóð og vembur?
Ellinor við nýggjari heimasíðu
Til allar pensjónistar í Norð­oyggjum, fr…
Ein ferðslu­trygdarvinur er farin
Fiskimanna­felagi undir nýtt tiltak
Multicultural Week – part of Virkið Heys…
Danskir dreingir og unglingar hava konse…
Heiðurs­konsert fyri Alex
Fimm núverandi KÍ-leikarar hava nú fimm…
Felagskvøld í Leguhúsinum
Bóndagarðu­rin lærir 4.flokk
Heilt nógv og fjølbroytt virksemi í Norð…
Móti Litava
Bókaframløga og smakkroyndur úr avroðum