Lýsing
Lýsing
Lýsing

Trupulleikar við óneyvum og loyniligum sjúklingaskráum - broytingar alneyðugar

SKRIVAÐ: Andrass Skaalum  |  11.09.2025 - 13:02 Lesarabrøv Tíðindi

 

 

Okum tørva dugnaligar, samvitskufullar og ærligar læknar, - slíkir eru eitt vælsignilsi.

Verri er, tá hesir eginleikar ikki eru í samljóðið, - enn verri tá makt misbrúk og kollegialt brøðralag tekur yvirhond.

 

“Mange patienter rammes hvert år af følgerne af ringe journalføring.

Det skal der rettes op på.” Sigur Danska Patientforningen.

 

Nú hevur nevndin í Patientforeningen tí samtykt eitt upplegg, at bøta um hesi viðurskifti.

 

Í innganginum vísir Patientforeningen á:

Inngangur


Sjúklingaskráir fáa avgerandi próvvirði í donskum dómstólum, í danska “Patientklagenævnet”, í danska “Patientsikkerhedsstyrelsen”, í málum um endurgjald til sjúklingar í “Patienterstatningen” í tryggingarfeløgum og í fleiri ørum høpum.

Dygdargóðar sjúklingaskráir hava eisini avgerandi týdning, tá viðgerðin verður flutt til nýggjan lækna seinni í viðgerðargongdini.

Góðskan á nógvum sjúklingaskráum lýkur tíverri ikki kravið um høga góðsku.

 

Løgfrøðiliga er hetta ivasamt, tí tá talan er um ósemju millum ein sjúkling og heilsuverkið, er tað skjalið hjá einum av pørtunum, sum verður brúkt sum grundarlag undir avgerðunum.

Av hesum gerst rættarstøðan hjá sjúklingum ógvuliga trupul.

Vit síggja hetta ferð eftir ferð, og er tað ein av fleiri orsøkum til, at lutfalsliga fáar klagur verða reistar.

Sjúklingafelagið (danska Patientforeningen) , okkara advokatar og advokatarnir hjá sjúklingunum eru av somu orsøk trekir at mæla til kærumál, tí tær eru so torførar at vinna.

 

At sjúklingar og avvarðandi teirra sjáldan sleppa at leggja nakað afturat skrásetingunum og enn sjáldnari at rætta skrásetingina, ger, at skrásetingarnar skulu fatast sum eitt partsinnlegg fram um alt.

Eftir at nógvir sjúklingar nú taka upp (“banda”)  samrøður við heilsustarvsfólk, er vorið skjalprógvað ferð eftir ferð, at gjógvin millum tað, sum verður sagt, og tað, sum verður skrivað, í nógvum førum er sera stór.

 

Sjúklingafelagið ynskir ​​skjótar, men væl umhugsaðar broytingar í verandi skrásetingarskipan.

Allir avvarðandi partar skulu sjálvandi vera við í slíkum arbeiði.
Tørvur er serstakliga á, at reglurnar um innlit í skráir verða herdar.

Freistin skal í mesta lagi vera 7 yrkadagar.

Fyri nógvar sjúklingar er tað munurin millum lív og deyða ella eitt gott lív og eitt lív sum óarbeiðsførur.

 

Grundreglurnar eru at finna í § 2 í donsku heilsulógini.

Hesar skulu sjálvandi eisini fylgjast, tá vit tosa um sjúklingaskráir:

“Lógin ásetir krøvini til heilsuverkið fyri at tryggja virðing fyri tí einstaka, hansara integriteti og sjálvsavgerðarrætti og fyri at nøkta tørvin á

1. lætta og javna atgongd til heilsuverk,

2. dygdargóða viðgerð,

3. samanhangur millum tænasturnar,

4. valfrælsi, .

5. lætt atgongd til upplýsingar,

6. gjøgnumskygd heilsuverk og

7. stuttar bíðitíðir til viðgerð.”

 

 

11.09.2025

Andrass Skaalum

 

Es: Danksa uppleggið er viðheft til kunningar.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Toskakvotan í Barentshavi­num kann vaksa…
Framtak hevði 10,1 mió kr. í vinningi av…
Fáið tey ungu at velja Føroyar
Fara fakfeløg­ini at vakna nú?
Venjararatoymið heldur fram til 2029
Video: Soleiðis spældi Bissen í Supercup…
800.000 kr í neyðhjálp til Venesuela
Tá KÍ bjargaði HB
Ferða­vinnu­ætla­nir fyri Norð­oyggjar til a…
Magnus Powell setti klárt met
Úr Føroyum til Michelin
Nýggjur karmsáttmáli um fiski­veiðisamsta…
Talið av hálskrabba sjeyfaldað síðani 19…
Trý ár at byggja Kalsoyar­tunnil
Tá tankarnir surra – Hví eri eg ikki sum…
Flogbóltsk­vinnu­r­nar vunnu bronsu
Konsertir við Haderslev Domkirkes Pigeko…
Tað er nú vit eiga at gera vart við okku…
Langar flottar røðir hjá KÍ eru nú brotn…
Sjey føroysk aftrat á Summar Festival