Lýsing
Lýsing
Lýsing
Í 50- og 60-unum brúktu hópin av russiskum fiskiskipum og útgerðaskipum Fuglafjørð sum útgerðarhavn - Teir vóru sera hampuligir og fittir

Kunnu missa meir fyri minni

SKRIVAÐ: Dávur Winther  |  31.08.2025 - 20:53 Mentan Tíðindi Vinna

Tá ið eg var smádrongur og ungdómur í Fuglafirði í 60- og 70-unum, vóru hópin av russiskum fiski- og útgerðarskipum á Fuglafirði, sum var teirra útgerðarhavn í nógv ár.

Teir høvdu skip, sum tóku vatn og fóru á fiskileið við tí til skipini har. Teir høvdu sleipibátar og smiðir, sum umvældu ymiskt um borð á fiskiførunum. Teir vóru so dugnaligir, hildu vit, tí teir eisini sveisaðu undir vatni.

Eisini høvdu teir stór móðurskip, sum førdu fongin heim til Russlands.

Um miðan november í 1967 rak 6000 tons stóra móðirskipið, Baltica, á land undir Varmakeldueiði. Nógv skip komu til hjálpar, men báturin lá rimmarfastur. Fýra sleipibátar royndu at fáa Balticu av, og tangabáturin Burgurslau tók 700 tons av olju av Balticu – tveir teirra høvdu til uppgávu at pumpa fyri at halda móðurskipið lens.

Men eftir eini 14 døgum kom hetta risa stóra skipið av og lá leingi til umvælingar við kai á Fuglafuirði.

Russararnir fiskaðu einamest sild við gørnum við Føroyar og her umvegir.

Á nýggjárinum lógu flestu fiskifør og útgerðarskip inni á Fuglafirði – nógv av teimum úti á pollinum. Hetta var festligt, tí teir skutu hópin av rakettum. Bátarnir vóru fleiri enn 100 í tali.

Tá ið útgerðarskipini lógu við kai, plagdu vit at sleppa umborð at hyggja at filmi. Vit róptu KINO, sum merkti filmur ella biografur, og so fingu vit eitt klokkuslett, nær filmur varð vístur. Vit vóru oftani nógvir dreingir umborð og vóru altíð væl havdir.

Ofta vóru tað krígsfilmir, vit sóu, har russar bardust móti týskinum, og sjálvandi vunnu russar. Vit vóru eisini umborð á Balticu, sum var stór og flott. Har sóu vit eisini film. Í tí einu stóru salónini stóð eitt klaver. Tað serliga við hesum klaverinum var, at tað hevði ein tangent meir, enn vanlig klaver høvdu.

Russisku sjómenninir vóru stak hampiligir, fittir og fyrikomandi. Tað kom ikki fyri at misstemningur var ella ósemjur, sum vit løgdu merki til.

Annarleiðir var við eingilsmonnunum, sum vit kallaðu teir. Teir stjólu klæði av snórunum í bygdini, bardust og drukku hópin nógv. Vóru illa klæddir og gingu í býnum við klovstylvum. Vit ræddust teir.

Russararnir vóru væl klæddir og, sum sagt, stak hampiligir. Christian á Bólsteini var loðsur og gekk í russarahúgvu.

Hetta fiskaríið kring Føroyar tók seg upp í 50-unum og hevur verið síðani, nú eisini fleiri fleiri fiskasløg. Ikki fyrr enn í 1977 varð sáttmáli undirskrivaður millum Føroyar og Rusland, eisini tí føroysk skip fiskaðu eystarlaga.

Minnist, tað var hugtakandi at hoyra Johnny Thomsen og Andrew Niclasen tulka – simultantulka Aleksandr Isjkov, russiska fiskimálaráðharran, tá ið fiskiveiðuavtalan millum Føroyar og Russland varð undirskrivaður í Tinganesi í 1977. Teir tosaðu samstundis russiskt og føroyskt.

Síðani tá og langt fyri tað, hevur friður valda á sjóvinnuøkinum, Føroya og Russland millum. Tað er at harmast um, um 75 ára fiskivinnusamstarv við russar bara fer fyri bakka, vegna eitt ivasamt uppáhald um njósning.

Tí er tað hugstoytandi og undarligt at hoyra, at politiska skipanin ynskir sær heimild at útiloka tveimum russiskum skipum – annað ein illa rustaður dunkur, tí at hildið verður, at hesi skipini njósnast í føroyskum sjóðøki. Men hesum eru als eingi prógv fyri.

Eg eri vísur í, at tað, sum russar vilja vita um Føroyar, vita teir í ríkiligt mát. Tá ið hesi stakkals skip koma at kai í Norðhvanini, spyrja teir Símun á Faroe Ship eftir interneti.

Var talan um njósnaraskip, so høvdu teir helst internet umborð, eins og so mong føroysk skip hava?

Við at útiloka hesi skip, kann Føroyar missa meir fyri minni.

Tá ið vit ongi prógv hava fyri njósnaravirksemi ella útgerð til hetta sama – bara indisiur, ella uppáhald hjá noregs- og øðrum monnum, at so er. Um ein norrmaður sigur, at tú ert brotsmaður, verður tú ikki settur í fongsum í Føroyum. Tað skal ein føroyskur rættur døma teg til.

Lat ivan koma ”saksøkta” til góðar, er ein góður siður í okkara rættarskipan. Við hesum í huga, kann politiska skipanin ikki bara so hissini útiloka einum fiskifari, vildi eg hildið.

Matvøra

Her er talan um matvøru, sum vit veiða hjá hvørjum øðum. Einki kríggj kann forsvarast! Men vita skulu tit, at øll lond kring okkum – eisini USA hevur stóran samhandil við Russland av øllum handans slagi. Vit hava bert fisk ella matvøru, sum í øllum lutum - eisini handli - er uttan fyri kríggj og krígslóggávu.

Við avtaluni frá 1977 í huga hava vit bygt skip og fiska okkum rík í russiskum sjógvi og aðrastaðni við. Nýggjasta skipið, sum hevur sítt høvuðsgrundarlag í russiskum sjógvi, kostar væl meir enn 400 mill og hýran er góð.

Fyri nøkrum árum síðan, tá ið Magni Arge sat á tingi, situr hann rættiliga ivasamur, um hann skuldi trýsta á ”Ja” ella ”Nei” fyri eini ávísari lóggávu, ið hann helt kundi verða ov kostnaðarmikil og kanska geva sínum øki í so nógv.

Sum hann situr, fær hann eitt sms: ”Sælari er at geva enn at fáa”! Nå, so stemmi eg fyri, hugsar Magni!

Tað vísti seg, at Magni hevði fingið eitt ”skeivt” sms: Sms’ið ið skuldi til Magnus Arge, sum skuldi grava henda tekstin í eina minnisplátu til Ársins Rósu hetta árið.

So skeiva sms’ið var til nyttuna á hesum sinni, var niðurstøðan hjá Magna Arge, tá ið hann seinni fekk at vita um, at sms´ið varð sent honum av misgávum.

Ein partur av lestrinum í kirkjunum í dag, var: ”Tann, sum setur seg sjálvam høgt, skal verða settur lágt – Tann, sum setur seg sjálvan lágt skal verða settur høgt”…

Nei, skilabetri man vera at halda seg: Undir radaran, undir radaran!

Vit kunnu missa meir fyri minni!

 

Lýsing
Seinastu tíðindini
Alexander Isak til Liverpool
Í land av Sam fyri seinastu ferð, sum sk…
Til minnis um Øssur Winthereig
Kunnu missa meir fyri minni
Aftur ein túrur í Skúvadal
KÍ kvinnur - HB
Sonni Poulsen talar í Betesda sunnukvøld…
Lisbeth Solmunde Michelsen 75 ár
Finalupláss til Føroyar
Málveitsla í Vági
Gongur skjótt undan við eplunum
Egna niðurfyri hjá Bjørgvin
Syngja fyri sjúklingunum
Epli av Sandi
Upptakt: FC Suðuroy-KÍ
Veðrið um vikuskiftið
Akademi­stjó­rin hjá KÍ er settur sum tekn…
VILMUND á veg til Rødbygaard – brot úr l…
Fimm mans í áttatiáru­num mintust sluppin…
Føroya Skipara- og Navigatør­felag stórst…