Lýsing
Lýsing
Lýsing

Stórfingin, áhugaverd, forvitnislig og skemtilig vitjan úr Íslandi 

SKRIVAÐ: Tíðindaskriv  |  26.08.2025 - 18:07 Tíðindaskriv

Katrín Jakobsdóttir, fyrrverandi forsætisráðharri og mentamálaráðharri í Íslandi vitjar í Føroyum í vikuskiftinum 12. og 13. september. Afturat sær hevur hon formannin í íslendska Norrøna felagnum og ADHD-felagnum Hrannar Arnarsson og Jógvan Hansen, skemtara og tónleikara, eisini kendur í Íslandi sum ”føroyingurin í Reykjavík”.

 

 

 

Norrøna felagið skipar fyri einum tiltaki í hesum sambandi, har tey trý í gaman og álvara fara at greiða frá og undirhalda okkum um Ísland, og um íslendingin sum hann er og hevur tað í dag. Vit verða kunnaði um avbjóðingar, tey ungu og eldru hava í íslendska vælferðarsamfelagnum. Vit fara at hoyra um íslendska mentan og list, og um politikk og búskap. Og ikki minst um, hvørjar væntanir íslendska fólkið hevur til sína framtíð.

Tiltakið verður i Skálanum í Norðurlandahúsinum leygardagin 13. september 2025 kl. 14:00 til umleið 16:45. Tiltakið er alment og meldað verður til á heimasíðuni hjá Norrøna felagnum, “norden.fo”.

Lýsing
Seinastu tíðindini
Í gjár hevði Linda Laksáfoss sín seinast…
Listaverk við Rætt
- Útflutningsbann til Russlands verður t…
Opið bræv til SEV
Fá tær armbandið á áðrenn - og slepp und…
EU boykottaði Pison
Kristian Martin: Púra skilaleyst at boyk…
Russar ávara Noreg um fiski­vinnu­samstarv…
Kára Sigurðsson gjørt sáttmála við FC No…
Javnaðar­flokku­rin skravar botnin í nýggj…
Amerikanski kavbátu­rin USS South Dakota…
Vinnupolitikkur má ikki telvast í blindu…
Útgávu­konsertir og bókaútgáva, Stanley S…
Vandin er ikki veruligur – men avleiðing…
Svend C klárur til nýggjan túr
Vinnarar í fiski­kappingini
Eirikur svarar Johan: Ber illa til at ræ…
Temakvøld: Marknaðarføring við vitlíki (…
Stórfingin, áhugaverd, forvitnis­lig og s…
Gløgt at fylgja góðum ráðum